Hondbóltur

Eyðmýktir á Hálsi

Luksemborg var betri á øllum økjum í seinna hálvleiki, og nú verður uppgávan ógvuliga tung hjá føroyska liðnum og nýggja venjaranum, í mun til at koma víðari í HM-undankappingini.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-14 21:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Undan fyrsta dystinum hjá Føroyum í hesum HM-undankappingarbólkinum á heimavølli var breið semja um, at Luksemborg á pappírinum var veikasta liðið á pappírinum, og veddingarfyritøkur góvu so. Men veruleikin, á hesum degnum í øllum førum, vóru ein heilt annar. Tí gestirnir vóru snøgt sagt greitt omaná á øllum økjum. Hetta var galdandi seinastu tríggjar fjórðingarnar, og serliga teir seinastu átjan minuttirnar, har tað var føroysk upploysn.

Føroyingarnir byrjaðu betri og spældu seg til góðar møguleikar í so at siga hvørjum álopi, men trupult var at skora - serliga orsakað av málverjanum hjá Luksemborg. Føroyar skoraðu meira enn helmingin av málunum frá vonginum, men í slíkum støðum komu eisini nógvar bjargingar - sjálvt um málverjin varð skiftur. Effektiviteturin var beint omanfyri 50 prosent - hinvegin bjargaðu føroysku málverjanir samanlagt tíggju út av 41 skotum; trý útav 23 í seinna hálvleiki men tryetirnar hjá Nicholas Satchwell og debutantinum, Paula Jacobsen, vóru heldur góðar

Verjuparturin, ið var á góðari leið fyr steðgin, hekk ikki saman í seinna hálvleiki. Luksemborg spældi skjótt, gott og væl - okkara vóru meira trilvandi. Tó var javnt, til beint yvir fimtan minuttir vóru eftir, men so brádliga øktiskt leiðslan frá tvey til fimm mál, og so var eingin vegur aftur.

Munurin var eisini fimm mál, tá bríkslað var av. Fyrsta royndin hjá nýggja venjaratoyminum gekk ógvuliga illa, og nú er eitt stórt arbeiðir fyri framman í mun til at reisa seg. Longu í annaðkvøld er Italia, ið vann við heili 13 málum á Lettlandi fyrr í kvøld, á skránni. Føroyar skulu helst vinna báðar sínar dystir fyri at koma víðari. Saknur var í Eliasi Ellefsen á Skipagøtu og Kjartani Johansen, ið kunnu skiftast inn til í morgin - Kjartan verður allarhelst tað - og í skadda Brandi Halgirsson í verjupartinum.

[object Object]
Leikararnir, sum eru í hópinum, men sum ikki vóru á dómaraseðlanum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Peter Bredsdorff-Larsen fekk alt annað enn eina góða byrjan sum føroyskur landsliðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)

HM-undankapping, 1. umfar 
Fríggjadagur 14.01, Høllin á Hálsi 

Føroyar - Luksemborg 26-31 (10-11)

Les meira um fyrra hálvleik her

Byrjanaruppstilling - 1. hálvleikur: Nicholas Satchwell - Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/Peter Krogh, Helgi Hildarson Hoydal, Tróndur Mikkelsen, Sjúrður Olsen

Byrjanaruppstilling - 2. hálvleikur: Pauli Jacobsen - Hákun West av Teigum, Vilhelm Poulsen, Jónas Gunnarson Djurhuus/Peter Krogh, Teis Horn Rasmussen, Rói Berg Hansen

Málskjúttar: 

Hákun West av Teigum 9
Sjúrður Olsen 5
Tróndur Mikkelsen 3
Vilhelm Poulsen 2 (1)
Helgi Hildarson Hoydal 1
Peter Krogh 1
Áki Egilsnes 1
Rói Berg Hansen 1
Teir Horn Rasmussen 1
Rókur Akralíð 1

Bjargingar: 
Nicholas Satchwell 6/23
Pauli Jacobsen 4/18


Dystargongdin: 
5 min: 3-2
10 min: 4-4
15 min: 7-6
20 min: 7-8
25 min: 8-9

35 min: 13-14
40 min: 15-17
45 min: 16-21
50 min: 20-25
55 min: 23-28

Útvísingar: 
Luksemborg 7
Føroyar 3
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder