Føroyski verjuparturin hevur sum so hingið væl saman, Nicholas Satchwell hevur tikið 35 prosent av skotunum, ið eru komin á seg, og ber
Fyrsta korterið ella so spældu føroyska liðið seg eisini ferð eftir ferð til góðar málmøguleikar og leiðslan burdi verið størri enn eitt mál, tá ein helmingur av hálvleikinum var farin.
Mika Hermann hevur tó verið stinnur í málinum hjá útiliðnum. Maðurin, ið sær tungur út, men sum er kvikur og snildur, hevur serliga givið vinstru vengrunum hjá okkum trupulleikum og hevur støðugt verið á áleið 50 prosent bjargingarprosenti.
Byrjanartrupulleikar hava eisini verið - talan er um fyrsta dystin hjá nýggja venjaratoyminum - og óguvliga skjóta spælið hevur eisini verið ein vansi til dømis, eins og kontanta verjuspæli hjá Luksemborg. Fleiri tekniskar villur sóust, sum hálvleikurin leið, og frá 15. minutti til 24. minutti kom einki føroyskt mál. Móti endanum varð munurin tó minkaður úr tveimum málum niður í eitt. Hákun á West Teigum hevur verið stóri føroyski leikarin. 19-ára gamli høgri vongurin úr Skanderborg hevur skorað fimm mál. Hermann hevur stórbjargað tvær ferðir, tá Hákun er farin ígjøgnum.
Helst verða Filip Jojic og Pauli Mittún at síggja á vøllinum, í pørtum av seinna hálvleiki ívhussu er.
Dagført: 20.19
HM-undankapping, 1. umfar
Fríggjadagur 14.01, Høllin á Hálsi
Føroyar - Luksemborg (10-11)
(Fyrr í kvøld): Lettland – Italia 23-36 (13-21)
Les eisini: Italia hølvaði Lettland av
Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 5
Sjúrður Olsen 1
Helgi Hildarson Hoydal 1
Vilhelm Poulsen 1
Peter Krogh 1
Áki Egilsnes 1
Bjargingar:
Nicholas Satchwell 6/17 = 35 prosent
Dystargongdin:
10 min: 4-4
15 min: 7-6
20 min: 7-8
25 min: 8-9
Útvísingar:
Luksemborg 3
Føroyar 2
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald