25 føroyskar hondbóltsstjørnur frá Eydnudeild Føroyar verða við til stóra Lykke-cup brakið í Boxen í Herning leygardagin.
Hetta kunnger Eydnudeilin í Facebook-uppslagið fyrrapartin, í samband við at at ferðin hjá føroyska ferðalagnum byrjaði.
- Yvir 812 luttakarar verða og 25 hondbóltsspælarar - stjørnur - eru úr Føroyum. Talan er um 25 stjørnur, sjey frá Svanunum, 17 frá Lundapisunum og 1 frá Músabróðir.
Eydnudeild Føroyar skrivar, at føroyska ferðalagið til stóra tiltakið ongantíð verið størri: 25 stjørnur, 5 venjarir, 44 foreldur, systkin og onnur avvarðandi - tilsamans 74 fólk
- Stjørnurnar og venjarnir hava øll fingið nýggjan búna, við hjálp frá okkara høvuðsstuðli BankNordik.
Eisini hava aðrar fyritøkur og einstaklingar gjørt túrin møguleikan. Lykke Cup er stóra árliga tiltakið hjá "donsku Eydnudeildini", sum hevur verið á skránni í Jyske Bank Boxen seinastu árini.
Hondbóltur
Eydnudeildin: 25 føroyskar hondbóltsstjørnur við til Lykke-cup í Herning
Føroyska ferðalagið hevur ongantíð verið størri enn tað sama. 74 fólk fóru avstað fyrrapartin, og stóra tiltakið í stóru høllini verður leygardagin.
2023-06-08 15:28
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald