Hesa vikuna fer Eydnudeildin at hátíðarhalda, at fimm ár eru liðin, síðan Eydnudeildin í Føroyum hevði sína fyrstu venjing.
Fyrsta venjingin var skírishósdag í 2018.
Eydnudeildin greiðir soleiðis frá í tíðindaskrivi:
Fyrrverandi danska hondbóltsstjørnan Rikke Nielsen hevði verið í Føroyum í sambandi við steypafinaluvikuskiftið í februar 2018. Hon helt m.a. fyrilestur um Lykkeliga, sum hon var við at seta á stovn.
Rikke eigur tríggjar gentur, harav eina við down syndrom. Rikke ynskti at Magda skuldi hava somu møguleikar sum systrarnar at venja hondbólt.
Lykkeliga hevur verið ein kempi succes - fyrst í Danmark, men nú eisini í Føroyum. Vit fingu føroyska navnið Eydnudeild.
Síðan 2018 hava vit vant regluliga einaferð um vikuna alt árið. Nú eru heili trý lið í Føroyum. Lundapisurnar venja í Kollafirði, Svanarnir í Vági og nýggjasta liðið Músabróðir venur í Klaksvík.
Hvørja viku hava ca 40-50 børn og ung, sum ikki megna at spæla við vanligu ítróttarfeløgunum, møguleika at venja hondbólt og ikki minst at verða partur av einum positivum felagskapi sum tekur støði í teirra førleikum.
Tað skal vera stuttligt, børnini skulu hugna sær, børnini skulu hava kensluna av at tey megna nakað. Hjá meginpartin av hesum stjørnum er hetta hæddarpunktið í vikuni.
Vinabond eru skapt - bæði hjá stjørnunum og eisini systkjum. Foreldur og systkin eru sjálvandi vælkomin til okkara venjingar. Foreldur hava stóra gleði at netverka og hugna sær saman við øðrum foreldrum sum eru í somu støðu. Systkin spæla við systkin, sum skilja støðuna at hava eitt serligt systkin.
Hvørt ár á skírishósdegi hátíðarheldur Eydnudeildin føðingardag, og í ár verður hann hátíðarhildin í Klaksvík. Tá møtast 38 leikarar frá frá Svanunum, Lundapisunum og Músabrøðrunum saman við systkjum og foreldrum og venjarum. Tilsamans verða 160 fólk.
Byrjað verður við spæli og felags hondbóltsvenjing, og síðani fáa børnini frukt, og farið verður yvir í svimjihøllina, og eftir hetta hittast øll til felags døgurða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald