Fótbóltur

Eyðun Klakstein heldur fram á Skála

45-ára gamli venjarin hevur verið settur í samband við Víking, men hann hevur í kvøld longt um sáttmálan við Skála.

Eyðun Klakstein skal aftur standa á odda fyri Skála komandi kappingarár 
(Mynd: Sverri Egholm)

Eyðun Klakstein skal aftur standa á odda fyri Skála komandi kappingarár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-20 21:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru framvegis fleiri feløg, ið ikki hava sett venjara til komandi kappingarár. Nú er greitt, at sami venjarin heldur fram á Skála.

Klaksvíkingurin Eyðun Klakstein tók yvir eftir Paula Poulsen seinasta vetur. Seinastu tíðina hava gitingar verið frammi um, at hann møguliga skuldi taka sætið í Víkingi til næsta kappingarár.

Í kvøld hevur Skála kunngjørt, at felagið hevur sama høvuðsvenjara komandi ár. Á sínari Facebook-síðu varð fyri løtu síðani boðað frá, at Eyðun hevur skrivað undir ein nýggjan eitt ára-sáttmála við Skála. 

Skála liggur í løtuni á 6.plássið við 26 stigum. Liðið hevur ikki eins nógv stig sum í fjør, men tað er stórt nøgdsemi við 45-ára gamla venjaran, ið hevur verið til at flutt Skála, tá tað kemur til m.a leikhátt. 

Eyðun Klakstein hevur fyrr staðið á odda KÍ og B36, har hann vann FM í 2015. Tað er ikki greitt, um tað í høvuðshetinum verða somu leikarar, ið Eyðun fer at arbeiða við á Skála komandi ár, ella um fleiri brotyingar verða. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder