Annað

Eysturoyarross vunnu tvíspor á ólavsøku

Bragi av Eiði vann í Tvíspor vaksin og Kiljan úr Gøtu vann ferðsteypini í Tvíspor ung til ognar.

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

(Mynd: Ríðisamband Føroya)

2026-07-30 19:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Onnur ólavsøkukappríðingin á nýggju breytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali varð hildin ólavsøkudag, og hóast lotið var kalt, so vóru heilt fitt av fólk samlaði á stásiligu breytini undir Kráarheyggi, skrivar Ríðisamband Føroya.

Sum vant er tað mestur spenningur í greinunum Tvíspor vaksin og Tvíspor ung.

Kiljan úr Gøtu vann Tvíspor ung, og Bragi av Eiði fór at vinna Tvíspor vaksin.

Við Barbaru R. Mouritzen á baki vann Bragi riðilin við tíðini 29,58 sek. Nú var stórur spenningur undan teimum báðu seinastu riðlunum.

Tíðin hjá Braga helt, men tað var ikki meira enn akkurát, tí í seinasta riðlinum komu Silfá og Ása Bárðardóttur niður á tíðina 30,01 sek, bara 0,03 sek seinni enn Bragi. Nummar trý á degnum gjørdist Thor úr Syðradali við Honnu S. Petersen á baki.

Kiljan úr Gøtu gjørdi ólavsøkuna hjá eysturoyingum enn betri, tá hann sum væntað vann Tvíspor Ung. Hetta er triðja árið Kiljan og Simona Tornby vinna ólavsøkukappríðingina, tískil vunnu tey ferðasteypini sum Odu’sa Sonuterapi hevur latið til ognar. Nummar tvey á degnum gjørdist Doran við Fíu Nolsøe á baki, og nummar trý vóru Báran og Eyðbjørg H. Djurhuus.

Tvíspor vaksin annan flokk vann Spirit við Drós Andriasardóttir á baki, Trav vunnu Doran og Fía Nolsøe, Skeið Vann Brúni við Jóannes Debes á bakið, og tøltið vunnu Stilkur og Sedea Nolsøe.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder