Í 4. umfari í FA Cup vann liðið úr norðara parti úr Onglandi, sum spælir í næstbestu deildini, eftir brotssparkskapping á Old Trafford, og í gjár var tað Tottenham, ið stóð fyri tørni.
Hesuferð var tað á heimavølli og eftir longda leiktíð. Harry Kane, Heung-Min Son og hinir megnaðu ikki at skora móti liðnum hjá Chris Wilder, og beint eftir steðgin í longdu leiktíðini skoraði innskifti 19-ára gamli áleyparin Joshua Coburn.
Hetta gjørdist einasta málið í dystinum, og so var stór frøi á Riverside leikvøllinum. Steypaævintýrið hjá Middlesbrough, ið liggur á 8. plássi í The Championship, heldur fram. Gongdin hjá Conte og Tottenham er tung í løtuni.
Tvey Premier League lið spældu seg annars víðari í gjárkvøldið eftir dyst móti liði úr lægri deild.
Tað tók ein tíma hjá Manchester City at fáa hol á í Peterborough, men so skoraði fyrst Riyad Mahrez og síðani Jack Grealish. Í London komu øll málini í 2. hálvleiki, tá Crystal Palace vann 2-1 á Stoke.
Sunnudagin vann Liverpool finaluna í hinari ensku steypakappingini, Carabao Cup, eftir brotssparkskapping móti Chelsea. Liverpool og Chelsea eru tvey av liðunum, ið spæla í kvøld.
FA Cup 5. umfar (1/8-finalur)
Í gjár, týsdagin 01.03
Middlesbrough - Totteham 1-0 (eftir longda leiktíð)
Peterborough - Manchester City 0-2 (0-0)
Crystal Palace - Stoke 2-1 (0-0)
Í dag, mikudagin 02.03
19.15: Luton - Chelsea
19.30: Southampton - West Ham
20.15: Liverpool - Norwich
Tvær tær síðstu áttandapartsfinalurnar verða leiktar seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald