Fótbóltur

FA Cup: Tottenham vann risasigur

Felagið úr Londin skoraði heili sjey ferðir í ensku steypakkapingini í kvøld. Í morgin eru 22 dystir á skránni.

Tríggir av málskjúttunum hjá Tottenham í sigrinum í kvøld
(Mynd: The Guardian)

Tríggir av málskjúttunum hjá Tottenham í sigrinum í kvøld (Mynd: The Guardian)

2019-01-04 22:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elsta steypakappingin í heiminum fer av álvara í gongd hetta vikuskifti, nú Premier League liðini traðka inn í kappingina. Hesar dagarnar verða 32 dystir leiktir í 3. umfarið. 

Ein av biðlunum til enska meistaraheitið var í kvøld á vitjan í Liverpool, har Tranmere úr fjórðbestu deildini tók ímóti. Í fjør hevði Tottenham stórar trupulleikar av at koppa liðum úr lægru deildunum, og noyddist at spæla umdystir í tveimum førum. Hesaferð var eingin ivi; Tottenham vann heili 7-0.

Einasta málið í 1. hálvleiki kom fimm minuttir fyri steðgin, tá Serge Aurier skoraði. Bakkurin sló aftur til í 2. hálvleiki, tá ið Tottenham veruliga setti tingini uppá pláss. Fernando Llorente gjørdi hattrik uppá 25 minuttir. Eisini komu Son og innskifti Harry Kane komu á máltalvuna. Harvið er liðið á 3. plássið í Premier League trygt víðari í FA Cup.

Í morgin er nógvur steypafótbóltur í fótbóltsins móðurlandið. 22 dystir verða leiktir; teir sjey fyrstu klokkan 12.30. Tá spæla Bournemouth og Brighton eina "Suðurongland-uppgerð" og einastu reinu Premier League uppgerðina í morgin. Manchester United skal eisini í eldin stutt eftir døgurða. Mótstøðuliðið er Reading úr næstbestu deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder