Enska fótbóltssambandið, FA, fer í vikuni at skjóta upp, at talið av útlendingum skal minka frá í mesta lagið 17 niður í 12 í Premier League liðunum. Orsøkin til hetta er Brexit.
FA vil hava feløgini at gera seg klár til tann veruleika, sum rakar tey 29. mars, tá Stórabretland fer úr ES. Tann dagin verða nýggjar lógir galdandi í mun til tilflyting og arbeiðsloyvi.
Um FA og Premier League feløgini ikki egrast samd um hetta, kann tað sambært enska blaðnum The Times merkja, at leikarar frá ES-londum í framtíðini fáa tað torførari at fáa arbeiðsloyvi í Onglandi. Eitt nú kunnu leikarar úr ES-londum verða stillaðir harðari krøv enn leikarar úr Afrika.
Í løtuni eru fimm feløg í Premier League, sum hava heili 17 útlendingar á liðinum. Millum hesi eru eitt nú meistararnir úr Manchester City og Tottenham, sum í fjør endaði á triðja plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald