Annað

Faðir og sonur heimsmeistarar

Í gjár var finalan í World Trial - HM fyri seyðahundar í Skotlandi.

2026-09-21 11:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinnarin av HM fyri seyðahundar er nú funnin.

Tey, ið náddu í finaluna, kappaðust í allan gjár. Fyrireikararnir høvdu sett eina sera torføra breyt upp, og tá døgurasteðgurin var, hevði einans ein luttakari fullført breytina, áðrenn tíðin fór. Seinnapartin fullførdu fýra luttakarar afturat.

Í mun til hinar dagarnar, almannakunngjørdu dómararnir ikki úrslitini leypandi. Tey vóru kunngjørd á einum stórfingnum hátíðarhaldi eftir finaluna, og endin var, at David Howells og “Wyverne Pip” vunnu finaluna, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

Vinnararnir av unglingakappingini vóru eisini avdúkaðir á sama hátíðarhaldi. Jack Morgan Howells og “Cydros Boss” vunnu hesa kapping. Tað, ið vekir stóran ans, er at Jack M. Howells er sonur David Howells.

Eitt annað ið vekur ans, er at hálvbeiggi “Wyverne Pip”, “Wyverne Tan” var seldur til Føroya í 2020, og fleiri hundar í Føroyum eru undan “Wyverne Tan”.

Í kappingini, har yvir 300 luttakarar úr 33 tjóðum tóku lut, vóru Føroyar umboðaðar av Jónstein Petersen við hundunum “Gripur” og “Kvikk” og Tummas Jacobsen við hundinum “Moss”. Teir komu ikki víðari frá innleiðandi umførunum.

Landsliðið fer heim aftur hósdagin, og eru tey sera væl nøgd við tiltakið í Skotlandi, skrivar Seyðahundasamband Føroya.

Heimliga kappingin fer í gongd aftur á Viðareiði 24. oktober.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder