Fótbóltur

Fagerberg: Kroppurin orkar ikki meira

Verður búgvandi á Tvøroyri fyribils – fer helst at arbeiða fisk.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-06-12 08:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tvøroyrar Bóltfelag gjørdist endastøðin hjá sera evnaríka svenska fótbólsspælaranum, Ken Fagerberg, sum av fleiri verður mettur sum ein tann besti fótbóltsleikarin, sum hevur spælt í føroyskum fótbólti.

Honum var spátt ein glæsilig karriera, tá hann kom fram sum evnaríkur ungdómsspælari í Lindholmens BK í Göteborg og seinni sló ígjøgnum í størra felagnum Örgryte IS.

Haðani kom Ken Fagerberg til danskan fótbólt, tá hann varð keyptur til FC Midtjylland í 2008.

Eftir nøkur góð ár í donskum fótbólti – hann spældi fyri FC Midtjylland, AC Horsens, Viborg FF og Vendsyssel FF – vendi hann í 2016 aftur til Svøríkis og spældi við Assyriska FF og Ljungskile SK.

Men hetta var ikki so væl eydnað. Hann kom í hóslag við kriminelt umhvørvi, og kom illa fyri, eisini av misbrúki.

Bjargingin var at flyta til Føroyar. Í 2017 skrivaði Ken Fagerberg sáttmála við 07Vestur, og í fjør flutti hann til Suðuroyar at spæla fyri TB í bestu deildini.

Men í vikuni bórust so tíðindini, at TB og Ken Fagerberg vóru samdir um at gevast við samstarvinum.

Les eisini: TB: Samstarvið við Fagerberg endað 

- Ilt um allan kroppin
Nú avdúkar Ken Fagerberg, at hóast hann bert er 31 ár, so klárar kroppurin ikki longur at vera við í bestu deildini.

Í samrøðu við svenska fótbóltsmiðilin fotbolldirekt.se greiðir Ken Fagerberg frá, at kroppurin er so slitin, at hann ikki kláraði meira.

- Eg hevði ilt um allan kroppin longu í fjør. Eg vónaði bara, at tað skuldi blíva betri. Men tað gekk ikki, og tí samdust vit um, at eg bara gevist, greiðir Ken Fagerberg frá, og gevur føroysku graslíkisvøllunum ein part av skuldini fyri, at beinini ikki klára meira.

Hóast Ken Fagerberg sum ungdómsspælari varð lýstur sum undurbarn, so kom hann ongantíð víðari enn at spæla fyri norðurlendsk fótbóltsfeløg. Hann náddi heldur ikki at spæla á svenska landsliðnum. Ein dyst fyri U21-landsliðið og seks fyri U19-landsliðið gjørdist tað tó til.

Fer at arbeiða fisk
Ken Fagerberg verður sum skilst búgvandi í Føroyum. Hann hevur funnið frið í trúnni – er vorðin muslimur – hevur føroyska kvinnu og tvey børn.

- Júst nú veit ikki, hvat fer at henda. Ongin veit, men tað verður so ikki nakað við fótbólti á høgum stigi. Vit fáa at síggja, vit kunnu vera verandi í húsunum til november, sigur hann við fotballdirekt.se.

- Nú má eg finna mær eitt vanligt arbeiði, og alt bendir á, at eg kann byrja á eini fiskaverksmiðju fyrsta dagin, leggur hann afturat.

Les eisini á hvat.fo: Kom í hóslag við kriminella umhvørvið í Svøríki  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder