
Annað var eitt slag av "arbeiðssigri" á útivølli - hitt var ein stórur og nærum glæsiligur sigur móti nógv tí størsta liðnum og Finnlandi.
KÍ var væl betri enn SJK fyri steðgin í Seinajoki og legði seg eisini á odda við góðum máli. Liðið hjá Samuel Johansen Chukwudi kom tó væl út til 2. hálvleik, javnað og sat á tí eina góða løtu. Móti endanum vísti KÍ tó sínar royndir, dygdir og kaldleika: Í sambandi við hornasparksstøðu kastaði Gaston Tellechea seg fram og stútaði sigurin við heim.
Les meira um dystin hjá KÍ her: KÍ kemur aftur úr Finnlandi við frálíkum úrsliti
Um eina viku skal KÍ royna at gera arbeiði liðugt við Djúpumýru. Har fekk NSÍ í kvøld eitt úrslit, sum man frammanundan helst ikki hevði torað at droymt um - og sum man eftir dystin á ein hátt iðraði seg eitt sindur um.
Tí NSÍ vann heili 4-0 á HJK Helsinki í Klaksvík. Finnar fara sum flogndir úr Føroyum, men liðið hjá Jens Wedeborg, sum var í yvirtali tríggjar fjórðingar av dystinum - skapti eitt hav av góðum støðm og stórum málmøguleikum. Trygt og flott NSÍ-avrik og góða grundarlagið.
Sí eisini: Stórbærur og stórur NSÍ-sigur
Tveir føroyskir sigrar í kvøld. Um tað eydnast NSÍ og KÍ at halda fast, so skulu tey í 2. umfar í Conference League - at spæla móti liðu úr ávikavist Bulgaria og Serbia.
-------------------------------------------
Conference League 1. umfar
Hósdagin 10. juli, við Djúpumýru
NSÍ - HJK Helsinki 4-0 (2-0)
12' Emil Weihe Joensen 1-0
35' Fabian Østigaard Ness (Brandur Hendriksson Olsen) 2-0
76' Daniel Obbekjær (Jann Benjaminsen) 3-0
83' Klæmint Andrasson Olsen (Jann Benjaminsen) 4-0
NSÍ (4-3-3): Kristian Joensen - Jann Benjaminsen, Daniel Obbekjær, Lars Markmanrud, Fabian Ness - Michal Przybylski, Brandur Hendriksson Olsen, Emil Weihe Joensen - Jasper van der Heyden, Klæmint Andrasson Olsen, Aron Knudsen
ein evropeiskan sigur, sum kann verða ógvuliga virðismikil.
Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 10. juli, í Seinajoki
SJK Seinäjoki - KÍ 1-2 (0-1)
39' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 0-1
47' Markus Arsalo 1-1
86' Gaston Tellechea (Mads Boe Mikkelsen) 1-2
KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (90' Deni Pavlovic), Gilli Rólantsson Sørensen (63' Daniel Johansen), Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (77' Mads Boe Mikkelsen) - Páll Andrasson Klettskarð
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald