Fótbóltur

KÍ kemur aftur úr Finnlandi við frálíkum úrsliti

Tað var 1-1, tá fimm minuttir vóru eftir, men so kastaði Gaston Tellechea seg fram og tryggjaði KÍ sigurin - Jákup Biskopstø Andreasen skoraði hitt málið hjá KÍ, sum nú liggur til at koma víðari í Conference League.

KÍ-spælararnir fegnast saman við teimum umleið tíggju KÍ-áskoðarunum í Finnlandi. Seinni hállveikur gjørdist heldur tungur, men oddaliðið í Betrideildini fekk sigurin við í viðføri (Skíggjamynd: SolidSport)

KÍ-spælararnir fegnast saman við teimum umleið tíggju KÍ-áskoðarunum í Finnlandi. Seinni hállveikur gjørdist heldur tungur, men oddaliðið í Betrideildini fekk sigurin við í viðføri (Skíggjamynd: SolidSport)

2025-07-10 19:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ legði út sum eitt óløgi í Seinajoki við høgum trýsti og fleri deyðbóltum. Samuel Johansen Chukwudi og SJK komu undir trýst, og tað vóru fleiri ferðir í 1. hálvleiki, at KÍ vann bóltin langt frammi á vøllinum.

Tað gjørdist eisini vandamikið, og Árni Frederiksberg og Hallur Hansson burdu báðir fingið meira burturúr - eftir at teir sjálvur høvdu vunnið bóltin.

Í 38. minutti fekk Árni tó nógv burturúr í høgru síðu: 7'arin tók eitt langt útspark væl við sær, setti vinstra bakkin av og legði væl innfyri við høgra beininum. Mitt fyri málið kom Jákup Biskopstø Andreasen nærum flúgvandi. KÍ-liðformaðurin stútaði bóltin í finska neti.

Í sínum fyrsta evropeiska dysti síðani í Lille í desember 2023 - hann var skaddur so at siga alt 2024 - stóð Jákup Andreasen sterkur í myndini. Sum heild var KÍ eisini omaná í 1. hálvleiki. Tó hevði SJK eina ógvuliga vandamikla støðu, eftir at Gilli Rólantsson Sørensen tapti ein nærdyst í KÍ-verjuni. Odmar Færø kom tó fyri og ruddaði burtur í seinastu løtu.

SJK setti seg á 2. hálvleik - áðrenn KÍ svaraði aftur

Samuel Johansen Chukwudi hevði ein fínan stútara fyri steðgin, og í 2. hálvleiki tók heimaliðið yvir. Uppspælið gjørdist betri hjá heimaliðnum, tá liðið at brúka tríggjar miðverjar heldur enn tveir.

SJK gjørdist eisini meira vandamikið, og eftir tveir minuttir í 2. hálvleiki smekkaði miðvallarin Markus Arsalo eitt langskot í mál. 1-1 og næstu 20-25 minuttirnar var heimaliðið naskari - KÍ hevði í ein mun mist takið á dystinum.

KÍ skifti til 4-2-3-1 og fór at koma nærri málinum hjá SJK. Til endans eydnaðist tað eisini at taka sigurin og eitt frálíkt útgangsstøði.

KÍ vann hornaspark í vinstru síðu. Árni Frderisberg smekkaði bólturin innfyri, ein hjá heimaliðnum setti høvdið á, bólturin fór beint upp í loft, innskifti Mads Mikkelsen stútaði síðani bóltin innfyri málið aftur, og har kastaði Gaston Tellechea seg fram. Argentinski miðverjin hevur verið ógvuliga góður fyri KÍ, og nú tryggjaði hann liðnum ein evropeiskan sigur, sum kann verða ógvuliga virðismikil.

Conference League 1. umfar, fyrri dysturin
Hósdagin 10. juli

SJK Seinäjoki - KÍ 1-2 (0-1)
39' Jákup Biskopstø Andreasen (Árni Frederiksberg) 0-1
47' Markus Arsalo 1-1
86' Gaston Tellechea (Mads Boe Mikkelsen) 1-2 

KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø (90' Deni Pavlovic), Gilli Rólantsson Sørensen (63' Daniel Johansen), Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (77' Mads Boe Mikkelsen) - Páll Andrasson Klettskarð

Venjari: Magnus Powell

KÍ og SJK spæla seinna dystin í Klaksvík næsta hósdag, 10. juni klokkan 19.45

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder