- Vælkomin umborð á hendan hondbóltstúrin.
Tað er nærum eitt fullfermt flogfar, sum um eina løtu fer uppfrá í Vágum.
Talan er um tann fyrsta av teimum 18 beinleiðis túrunum beinleiðs til norska høvuðsstaðin í sambandi við EM-endaspælið.
Fráferð skuldi vera klokkan 8.40. Spælarar, venjarar, HSF-starvsfólk, miðlar og fjepparar bíða enn umborð. Orsøkin er kavi á breytini í Noreg, sum skal ruddast.
Hetta seinkar ferðalagið - væntandi er man uppá pláss í Gardemoen um middagsleitið lokala tíð.
Talan er um ein stuttan flogtúr, og seinnapartin kann EM-hopurin løða á gistingarhúsið i Fornebeu, áðrenn farið verður í stóru leikhøllini, Unity Arena.
Portalurin er við á ferðini - nógv tilfar her og á FM1 næstu dagarnar.
Dagført 9.15: Boð eru nú komin um, at tað ikki gongst væl við kavaruddingini í Oslo. Harvið verður bíðað við fráferð í umleið 45 minuttir afturat. Meira brennievni er eisini koyrt á, so at flogfarið kann biða omanfyri Gardemoen, um neyðugt
Dagført 11.12: Flogfarið slapp úr Føroyum nakað eftir 9.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald