Fótbóltur

Favorittar vunnu í fyrsta umfarinum

Átta dystir í kappingini um Løgmanssteypið vórðu avgreiddir í dag. Tveir av teimum máttu út í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara.

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2022-04-14 23:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er greitt, hvørji átta lið eru í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið. Fyrsta umfar varð leikt í dag.

Fleiri av dystunum vórðu millum lið í ymiskum deildum, og tey úrslitini vóru har eftir.

Málríkasti dysturin var millum HB og FC Suðuroy sum spælir í aðru deild. Havnarmenn vunnu dystin 9-1.

Tvær spennandi uppgerðir vóru millum tað, sum vit undan kappingarbyrjan í ár høvdu nevnt botn fimm lið. Dystirnir millum AB-B68 og EB/Streymur-07 Vestur máttu báðir út í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara.

Í báðum førum var ikki neyðugt við brotssparkskapping, tí ávikavist AB og 07 Vestur avgjørdu áðrenn tað kom so langt.

Fjórðingsfinalurnar verða leiktar 18. mai, og lutakastið verður í 3-2 í sjónvarpinum týsdagin 26. apríl.

Her eru málskjúttar og úrslit frá í dag:

Víkingur - Undrið 4-0 (2-0)
17’ Olaf Bárðarson 1-0
28’ Olaf Bárðarson 2-0
49’ Arnbjørn Svensson 3-0
61’ Sølvi Vatnhamar 4-0

ÍF - B71 4-0 (4-0)
24’ Gundur Petersen 1-0
29’ Jan Ellingsgaard 2-0
35’ Dánjal á Lakjuni 3-0
40’ Santiago Nicolas Lebus 4-0

AB - B68 4-2 (1-1)
8’ Marius Kryger Lindh 1-0 (br.)
41’ Boubacar Sidik Dabo 1-1
52’ Ragnar Skála 2-1
54’ Sebastian Lau Nielsen 2-2
105’ Marius Kryger Lindh 3-2
113’ Jobin Drangastein 4-2

HB - FC Suðuroy 9-1 (6-0)
7’ Pætur Petersen 1-0
9’ Hilmar Leon Jakobsen 2-0
18’ Stefan Radosavljevic 3-0
26’ Hilmar Leon Jakobsen 4-0
32’ Adrian Justinussen 5-0
45’ Leivur Fossdal Guttesen 6-0
58’ Gustav Kjeldsen 7-0
77’ Ari Krosslá Poulsen 7-1 (br.)
79’ Pætur Petersen 8-1
83’ Daniel Johansen 9-1 (br.)

EB/Streymur - 07 Vestur 2-4 (2-1)
18’ Niels Pauli Danielsen 1-0
30’ Mathias Voss 1-1
42’ Bogi Reinert Petersen 2-1
55’ Ronni Møller Iversen 2-2 (br.)
105’ Jasper Van Der Hayden 2-3
121’ Ronni Møller Iversen 2-4

TB - FC Hoyvík 4-0 (1-0)
29’ Mikkel Blåholm 1-0
59’ Mikkel Blåholm 2-0
71’ Mikkel Blåholm 3-0
77’ Ragnar Tausen 4-0

Skála - KÍ 0-3 (0-3)
2’ Jonn Johannesen 0-1
10’ Jóannes Bjartalíð 0-2
31’ Jákup Biskopstø Andreasen 0-3

NSÍ - B36 1-4 (1-2)
31’ Brian Jakobsen 0-1
33’ Andrass Johansen 0-2
35’ Pætur Hentze 1-2
58’ Brian Jakobsen 1-3
64’ Andrass Johansen 1-4


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder