Annað

Favorittarnir skoraðu í síðstu minuttunum

Brasilia mátti bíða leingi eftir málunum.

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-06-22 15:24 Author image
Ari av Rana
placeholder

Brasilia verður mett at verða besta boðið uppá ein heimsmeistara, nú HM er í Russlandi. Men higartil hevur ikki gingið heilt eftir vild hjá brasilsku stjørnunum.

Í fyrsta dystinum bleiv tað til ein 1-1 javnleik móti Sveis. Men meðan hugsast kundi, at Sveis nokk hevði ein møguleika móti Brasilia, so munnu ikki verða mong, sum væntaðu annað enn ein tryggan sigur til Brasilia móti Kosta Rika. Men soleiðis bleiv ikki.

Kosta Rika vardi væl og megnaði at halda Brasilia frá at skora nærum allan dystin. Brasilia vóru nær við at fáa ein gyltan møguleika at leggja seg framum, tá dómarin dømdi brotsspark eftir at Neymar datt í brotsteiginum. Men eftir at hava hugt eftir endurtøku á VAR skipanini broytti dómarin avgerðina.

Tí máttu brasilsku favorittarnir bíða heilt til 91 minuttir vóru spældir, áðrenn hol fekst á. Tað var aftur Phillipe Coutinho sum skoraði fyri Brasilia, tá hann prikaði ein heldur tilvildarligan bólt í málið. Eitt mál kom afturat, tá Neymar skeyt bóltin í málið frá stutari fjarstøðu eftir upplegg frá Douglas Costa.

Við sigrinum liggur Brasilia á odda í bólkinum við fýra stigum, meðan Kosta Rika liggur á aftasta plássi við ongum stigi. Klokkan 19 í kvøld spæla Serbia og Sveis. Serbia liggur á øðrum plássi við trimum stigum, meðan Sveis hevur eitt stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder