Í landsliðsbólkinum komu favorittarnir væl frá byrjan. Høgni Egilstoft Nielsen (2410), sum hevur vunnið føroyameistaheitið tvey tey seinastu árini, byrjaði verjuna við hvíta fólkinum móti pápanum, Torkili Nielsen (2136). Høgni vann sær tíðliga í talvinum lítlan fyrimun, og sjálvt um Torkil tóktist at fóta sær nakað, so var hann tó í onkrum førum nakað óneyvur, og Høgni dugdi væl at finna røttu leikirnar til at vinna sær greiðan fyrimun. Tá Torkil so í 28. leiki flutti Rig4, var leyst og liðugt. Í støðuni misti hann vinnandi leik hjá Høgna, og føroyameistarin lat ikki við seg koma.
Við hvíta fólkinum móti Rana Nolsøe (2068) kom Rógvi Egilstoft (2369), sum eins og bróðurin Høgni hevur vunnið føroyameistaraheitið tríggjar ferðir, eisini væl frá byrjan. Leingi var støðan annars rættiliga jøvn millum teir báðar, men í einum rímiliga fløktum miðtalvi gjørdi Rani Nolsøe ein feil, og so var Rógvi eirindaleysur. Við neyvum flytingum vann hann sær so greiðan fyrimun, at Rani endaði við at geva skarvin yvir.
Yngsti maðurin í landsliðsbólkinum, Luitjen Akselsson Apol (2160), sum fyri tveimum árum síðani var í umdysti móti Høgna Egilstoft Nielsen um føroyameistaraheitið, kom eisini væl frá byrjan. Í fyrsta umfari hevði hann hvíta fólkið móti Willa Olsen (2006), og har var eingin slingur í valsinum hjá unga manninum. Hann vann sær heilt tíðliga í talvinum ein fyrimun, og longu í 12. leiki vann hann frúnna frá Willa fyri tveir menn. Wille fekk tó rímiliga gott mótspæl, og í øllum rokanum kendi Luitjen seg helst so mikið trýstan, at hann ofraði frúnna aftur fyri rók og mann, og brádliga hevði hann bert kvalitet og finnu færri. Men Luitjen telvaði neyvt í endatelvinum, og so var sigurin heima.
Í seinasta talvinum hevði Hans Kristian Simonsen (2176) hvíta fólkið móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen (2168). Hetta gjørdist drúgvasta talvið á degnum. Teir báðir togaðust í áleið fýra og ein hálvan tíma, áðrenn teir samdust um javnleik. Talvið hevði annars bylgja aftur og fram. Leingi hevði Hans Kristian lítlan fyrimun, og í tíðarneyðini hjá Carl Eli tóktist Hans Kristian at hava vunnið sær vinnandi fyrimun. Han var tó óneyvur, og áðrenn hann visti av, stóð Carl Eli brádliga við finnu meira í endatalvi. Carl Eli var tó enn í tíðarneyð, og tað endaði við, at teir báðir samdust um javnleik.
Í 2. umfari í dag hevur føroyameistarin, Høgni Egilstoft Nielsen, svarta fólkið móti Carl Eli Nolsøe Samuelsen, meðan Rógvi Egilstoft hevur hvíta fólkið móti Hans Kristiani Simonsen. Spennandi verður eisini at fylgja Luitjen Akselsson Apol, sum hevur svarta fólkið móti Torkili Nielsen. Seinast hesir báðir møttust, var í seinasta umfari í landskappingini, tá Luitjen vann eitt sera avgerandi talv við júst svarta fólkinum. Seinasta talvið verður millum Rana Nolsøe og Willa Olsen.
Hægst rataðu taptu í 1. bólki
Í 1. bólki funnu øll talvini ein vinnara. Tað sermerkta var, at teir báðir hægst rataðu telvararnir báðir endaðu við at tapa. Heðin Gregersen (1860) fekk eina flúgvandi byrjan, tá hann við svarta fólkinum koppaði hægst rataða telvaranum í 1. bólki, Herlufi Hansen (1992). Eisini Janus Skaale (1893) fekk eina góða byrjan, tá hann við hvítum vann á Margar M. Berg (1985), sum er næst hægst rataði telvarin í bólkinum.
Andrias Danielsen (1893), sum fyri fáum árum síðani var við í landsliðsbólkinum, kom eisini væl frá byrjan við einum sigri móti Heiðriki T. Jacobsen (1849). Í seinasta talvinum endaði evnaríki sandavágsmaðurin, Jón í Horni Nielsen (1956), við at vinna móti Boga Hansen Eliasen (1832). Jón í Horni Nielsen hevur verið eitt stórt talent í fleiri ár, men í vetur hevur hann av álvara tikið stór fet, og í dag fekk hann eisini eina góða byrjan uppá 1. bólk.
Brestir við góðum sigri
Í almenna bólkinum vóru tað at kalla í øllum førunum favorittarnir, sum fór avstað við sigrinum. Flóvin M. Tummasarson, Brandur Højgaard og Rógvi Mørkøre, sum eru hægst rataðu telvararnir, vunnu allir, sjálvt um Brandur hevði ávísar avbjóðingar av Mortan Mørkøre.
Tað sama gjørdu Ingolf Debes, Silas G. Hannesarson og Henrik W. Joensen, sum kunnu gerast avbjóðarar í kappingini.
Mest óvæntaða úrslitið í hesum bólkinum stóð blaðungi Brestir Samuelsen fyri. Sjálvt um hann hevði á leið 500 ratingstig færri enn mótstøðumaðurin Johan E. Hansen, so telvaði Brestir bæði neyvt og væl og endaði við einum góðum sigri.
Allir favorittarnir vunnu
Hjá unglingunum var einki óvæntað úrslit á degnum. Favorittarnir vóru allir tryggir í sínum talvum, men í dag verður helst meira spennandi, tá onkur teirra møtist í innanhýsis talvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald