FC Suðuroy hevur boðað frá kunnandi fundi í kvøld um støðuna og framtíðina viðvíkjandi fótbólti í sunnara helvt í Suðuroy.
Støðan hjá felagsliðinum í Suðuroynni er sera óviss, nú TB hevur boðað frá, at felagið vil halda fram við samstarvinum, men at heimadystirnir komandi árini skulu spælast við Stórá í Trongisvági. Nevndin í FC Suðuroy hevur boðað TB frá, at hetta ikki er í samsvar við tað, sum varð avgjørt, tá samstarvið byrjaði, og at nevndin tí skilir tað, sum um at samstarvið er endað.
Í kvøld verður meiri greitt hvat hendir við fótbóltinum í Suðuroynni – í hvussu so er í sunnaru helvt.
Sum skilst er heldur ikki vist, at ROYN heldur fram í samstarvinum. Fólk, sum Portalurin hevur tosað við, siga, at ROYN hvørt ár tekur nýggja støðu til, um felagið skal verða við í samstarvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald