Aftur í kvøld eru átta dystir í bólkaspælinum í Champions League. Harvið verður bólkaspælið komið í helvt, tá dystirnir í kvøld eru lidnir.
FCK hevur fyri kortum skift venjara og skal royna at skapa sensatiónina á Etihad í kvøld. Tað kann næstan roknast sum ein slík, um FCK ikki tapir greitt, ella um tað ber til at halda Erling Haaland frá at skora. Norska málsmaskinan hevur samanlagt skorað 17 mál í tíggju dystum í Premier League og Champions League í ár, og hevur fleiri mál enn dystir í Champions League.
Pep Guardiola hevur tosað um, at Haaland møguliga skal sparast eitt sindur í næstum, og hetta kundi verið ein dystur, har norski áleyparin íhvussu er ikki spælur fult. Men Haaland er svangur eftir málum, og FCK-liðið, sum hevur mist liðformannin Zeca vegna skaða, skal gera ógvuliga nógv rætt um hann og hinar City-stjørnurnar skulu tálmast.
Í Torino er Juventus, ið einki stig hevur, undir týstið. Í Milano spæla Chelsea og AC Milan lykladyst í bólki E, og Real Madrid skal royna at halda fast í fullum stigatali. Tað skulu Benfica og PSG eisini - toppdystur er ímillum liðini í bólki H í Lissabon.
Bólkur E:
17.45: RB Salzburg - Dinamo Zagreb 3-1
20.00: Chelsea - AC Milan
AC Milan 4
Dinamo Zagreb 3
Salzburg 2
Chelsea 1
Bólkur F:
17.45: RB Leipzig - Celtic
20.00: Real Madrid - Shakhtar Donetsk
Real Madrid 6
Shakhtar 4
Celtic 1
RB Leipzig 0
Bólkur G:
Manchester City - FCK
Sevilla - Borussia Dortmund
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.
Manchester City 6
Dortmund 3
FCK 1
Sevilla 1
Bólkur H:
Juventus - Maccabi Haifa
Benfica - PSG
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.
Benfica 6
PSG 6
Juventus 0
Haifa 0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald