Havnar bóltfelag hevur í dag boðað frá, at felagið hevur skrivað sáttmála fyri restina av kappingarárinum við svenska Dalibor Savic. Dalibor er føddur í Svøríki, men er av serbiskari ætt og hevur dupultan statsborgaraskap.
Dalibor er 42 ára gamal, men fyllir 43 hósdagin.
Sambært Wikipedia hevur Dalibor Savic verið høvuðsvenjari í tveimum feløgum í Svøríki. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari- og ungdómsvenjari í fleiri feløgum, eitt nú U17 venjari hjá stórfelagnum Djurgården.
Í 2019-2021 vandi hann Vasalund IF í næstbestu svensku deildini. Í januar varð hann settur venjari í felagnum Dalkurd FF, eitt felag í Borlänge, stovnað upprunaliga av kurdum, sum eisini spælir í næstbestu svensku deildini.
Men hann gjørdist ikki drúgvur í hesum felagnum, tí fyri viku síðani boðaði felagið frá, at samstarvið við Dalibor Savic er støðgað. Dalkurd er júst flutt uppaftur í Superettan, sum næstbesta deildin eitur, men liggur í løtuni í vanda fyri at flyta niðuraftur.
Men Dalibor Savic var ikki leingi arbeiðsleysur. Í dag skrivaði hann sáttmála við Havnar Bóltfelag, eftir at danski venjarin, Kim Engström fekk sekkin eftir eitt tíðarskeið við óvanliga vánaligum úrslitum fyri sigursvanda felagið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald