Seinastu vikurnar hava nógvir føroyingar verið í Magdeburg, Hannover og her í Berlin fyri at stuðla U21-monnum.
Familja, unnustur, vinfólk og annars hondbóltsáhugaði hava verið sjónlig og týðilig til dystirnar, og eftir seinasta dystin var serlig løta uttanfyri Max Schmeling-høllina.
Les eisini: Settu væl og virðiliga punktum
31-27 sigurin á Kroatia fyrrapartin tryggjaðu Føroyum 7. plássið í HM-endaspælinum. Hóast teir í hópinum vildu meira, so er samanlagt talan um stórt avrik og enn ein varða í føroyskari hondbólts- og ítróttarsøgu.
Sverri Egholm tók eina felagsmynd. Vit gjørdu eisini samrøður, ið vera tøkar skjótt, har ístaðin fyri í tí sonevndu Mixed Zone.
Hópurin, venjarar, hjálparfólk og fjepparar/familja (Mynd: Sverri Egholm)
Hesin hópurin hevur gjørt nakað serligt fyri føroyskan hondbólt (Mynd: Sverri Egholm)
Hondbóltur
Felags um Føroyar
Eftir sigurin á Kroatia varð felagsmynd tikin við øllum fjepparunum uttanfyri høllina. Hetta var seinasti dysturin hjá Føroyum í HM og tann seinasti ungdómsdysturin hjá 02- og 03-árgangunum.
Ein serstøk løta uttanfyri Max Schmeling Halle (Mynd: Sverri Egholm)
2023-07-02 11:32
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald