Fótbóltur

Felagsliðið í Suðuroynni heldur allarhelst ikki fram

Ósemja um heimavøll tykist at gerast mønustingurin.

TB vil hava heimadystirnar at verða spældar við Stórá, meðan FC Suðuroy metir, at teir nú eiga at spælast á Eiðinum í Vági

TB vil hava heimadystirnar at verða spældar við Stórá, meðan FC Suðuroy metir, at teir nú eiga at spælast á Eiðinum í Vági

2018-11-02 14:04 Author image
Ari av Rana
placeholder

Felagsliðið TB/FCS/ROYN sær út til at fara í søguna. Tað er støðan eftir at TB hevur sent FC Suðuroy skriv um ynski at halda fram í samstarvinum.

Í skrivinum stendur, at TB setur sum treyt, at heimavøllurin hjá felagsliðinum skal verða við Stórá í Trongisvági, veit in.fo at siga. Og hetta er tað, sum sær út til at gerast mønustingurin fyri samstarvið.

FC Suðuroy metir, at hetta ikki er í tráð við treytirnar í samstarvinum, og tí skilir felagið hetta, sum um at samstarvið er endað.

Formaðurin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, hevur í aftursvari takka fyri samstarvið.

Heldur hendan støðan sær, verður TB at síggja í Betrideildini, meðan FC Suðuroy spælir í triðju bestu deildini komandi kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder