Fótbóltur

FIFA forsetin vil hava 48 lið til HM endaspælið í 2022

Gianni Infantino vil víðka um endaspælið longu í Qatar í 2022.

Gianni Infantino, forseti í FIFA (Mynd: EPA)

Gianni Infantino, forseti í FIFA (Mynd: EPA)

2018-10-31 11:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

 FIFA hevur viðtikið, at frá 2026 skal HM endaspælið víðkast frá 32 liðum til 48 lið. Men fær Gianni Infantino, forsetin í FIFA, sín vilja, so eru 48 lið til endaspælið longu í 2022.

HM endaspælið í 2022 verður í Qatar. Qatar vann útbjóðingina um endaspælið longu í 2010 og hevur síðani tað fyrireika seg til at 32 lond luttaka.

Um ætlanirnar hjá Infantino skulu bera á mál, má eitt annað land verða vertur saman við Qatar.

- Vit fáa at síggja um tað ber til. Vit tosa í løtuni við okkara vinir í Qatar og aðrar vinir í økinum fyri at vita, um tað ber til, sigur FIFA forsetin.

Qatar hevur ligið í stríði við onnur grannalond í miðeystri, sum hevur ført til fíggjarlig revsitiltøk frá fleiri londum, millum annað Saudiarabia og Egyptaland.

HM í 2026, har 48 lið við vissu luttaka, verður hildið í USA, Kanada og Meksiko.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder