Fótbóltur

Fifa setur tiltøk í verk – men Russland sleppur framvegis at luttaka

Pólland, Svøríki og Kekkia nokta at spæla ímóti Russlandi í HM-undankappingini – Russland sleppur ikki at spæla á heimavølli ella at luttaka undir egnum navni, men hini londini vilja hava russar úr kappingini.

Gianni Infantino, forseti í Fifa (Mynd: EPA)

Gianni Infantino, forseti í Fifa (Mynd: EPA)

2022-02-28 09:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár avgjørdi altjóða fótbóltssamgongan, Fifa, at altjóða fótbóltsdystir ikki skulu spælast í Russlandi komandi tíðina. Hetta merkir, at russisk lið skulu spæla sínar heimadystir á einum neutralum vølli í altjóða kappingum.

Umframt hetta sleppur Russland heldur ikki at spæla undir sínum egna navni. Russiska landsliðið skal í staðin luttaka undir navninum "Football Union of Russia" (russiska fótbóltssambandið, red.). Russar sleppa hvørki at veitra við teirra egna flaggi ella at syngja tjóðsangin í sambandi við dystum.

Avgerðin er tikin eftir áheitan frá Altjóða Olympisku nevndini (IOC), eftir at Russland hevur gjørt innrás í Ukraina.

Fótbóltssambondini í Póllandi, Svøríki og Kekkia, sum eftir ætlan skulu spæla ímóti Russlandi í HM-undankappingini hava boðað frá, at tey ikki ynskja at spæla ímóti Russlandi, og hevur verið heitt á Fifa um at útihýsa Russland fullkomiliga.

Fifa upplýsir, sambært Ritzau, at tey framhaldandi eru í dialog við IOC, evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, og aðrar ítróttafelagsskapir fyri at meta um, hvørt fleiri tiltøk skulu setast í verk ímóti Russlandi.

Um støðan í Ukraina ikki batnar, kann tað koma uppá tal at banna russarum, verður sagt. Viðvíkjandi teimum trimum londunum, sum nokta at spæla ímóti Russlandi, hevur Fifa samband við lokalu fótbóltssambondini fyri at royna at finna eina hóskandi loysn. Londini hava boðað frá, at tey eru alt annað enn nøgd við tiltøkini, sum Fifa hevur sett í verk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder