Fríggjadagin hittist FIFA nevndin í Kigali í Rwanda, har nevndarlimirnir skulu atkvøða fyri, um FIFA skal skipa fyri tveimum nýggjum altjóða kapping. Talan er um eina kapping fyri landslið, meðan hin verður fyri feløg.
Forsetin í FIFA, Gianni Infantino, avdúkaði í mai ætlanir um nýggjar kappingar, men tá fekk hann harða mótstøðu frá millum annað UEFA og frá evropeisku fótbóltsdeildunum.
Nøkur av teimum, sum stuðla ætlanunum um nýggju kappingunum heita á Infantino um at bíða við at atkvøðu um tær, inntil hann hevur fingið eina avtalu við limirnar í UEFA og evropeisku fótbóltsdeildunum.
FIFA forsetin skal greiða frá inntøku- og ítróttarligu møguleikunum hjá kappingini áðrenn atkvøtt verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald