Hondbóltur

Filip Jojic er nú toppskjútti hjá monnum

Bakkurin hjá VÍF hevur 112 mál - trý fleiri enn Valentino Valentakovic hjá Team Klaksvík. Haruka Gima úr Japan er framvegis toppksjútti hjá kvinnum. StÍF leikarin hevur 113 mál í 13 dystum.

Filip Jojic er aftur har, sum hann trívist heilt væl: Ovast á toppskjúttalistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Filip Jojic er aftur har, sum hann trívist heilt væl: Ovast á toppskjúttalistanum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-12-23 14:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú er steðgur í landskappingunum í hondbólti. Kvinnurnar spæla eitt umfar fyrst í januar - mansdeildin liggur still til síðst í februar. Steypakappingarnar verða leiktar í januar og februar. Steypaskráin er í løtuni til hoyringar hjá feløgunum. Hon kemur út millum jól og nýggjár.

Til tá ber millum annað til at líta eftir toppskjúttalistunum. Ásbjørn Nielsson Nattestad hevur nú gjørt teir upp, og teir vórðu lagdir út á jn.fo fyrrpartin. Greitt er millum annað, at ein broyting er í oddinum hjá monnum.

Valentino Valentakovic hevur verið á tindinum, men kroatin skoraði bert tvey mál í sigrinum hjá Team Klaksvík á Kyndli sunnudagin. "Tino" hevði trupulleikar við økslini, og tá Filip Jojic samstundis skoraði 12 mál í tíggju-máls sigrinum hjá VÍF á StÍF í Vestmenna, so legði hann seg á odda við toppskjúttalistanum í Burn-deildini. Hetta er als ikki nakað nýtt hjá Filipi, sum fyrst í komandi ári skal umboða Føroyar á fyrsta sinni.  Filip hevur skotið 15 mál fleiri uppá brotsskøst enn Valentino, sum tó hevur leikt ein dyst fleiri.

[object Object]Rói Ellefsen á Skipagøtu til European Open í Göteborg seinasta summar. Hann hevur skorað 75 mál í Burn-deildini í ár (Mynd: Harald Bjørgvin)

Tað er eisini millum annað áhugavert at síggja 17-ára gamla Róa Ellefsen á Skipagøtu hjá H71 ovarlaga á listanum. Hann er bróður Elias á Skipagøtu og hevur tikið ábyrgd og gjørt vart við seg higartil í kappingarárinum.


Her eru teir 11 leikararnir í Burn-deildini, ið eru komnir uppum 60 mál:

Navn Eftirnavn Lið Mál Mál uppá brotskøst
Filip Jojic VÍF 112 21
Valentino Valentakovic Team Klaksvík 109 6
Hans Eli Sigurbjørnsson KÍF 98 12
Rasmus Søby Neistin 87 19
Pætur Johansen StÍF 82 16
Rói á Skipagøtu H71 75 13
Julian Kragesteen Neistin 71 4
Anders Risdal Kyndil 66 20
Vuk Stevanovic Team Klaksvík 64 12
Peter Krogh H71 61 3
Julian Olsen VÍF 60

Støðan
VÍF 22 *
H71 21 *
Neistin 17
KÍF 15
Team Klaksvík 11
StÍF 6 
Kyndil 4

*Ein dyst færri


Hjá kvinnum hava tríggir leikarar skorað fleiri enn 100 mál. Haruka Gima er framvegis á odda, men Marjun Danberg hevur eisini av álvara gjørt um seg í ár. Bert sjey av teimum 107 málunum hjá Neistaleikaranum eru komin við brotsskasti. Agnas Olsen hevur eisini 107 mál - spælskiparin hjá VÍF hevur 43 úr sjey metrum og hevur eins og Filip Jojic skorað uppá beint yvir 91 prosent av brotskøstunum.

[object Object]
Haruka Gima, som kom til Føroya í fjør, hevur av álvara verið ein styrkur hjá StÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Leikarar, sum ikki hava verið at sæð so ovarliga á listanum undanfarin kappingarár, eru Ingibjørg Olsen - systir Agnas Olsen - og Sólbjørt Høj úr Neistanum. 

Teir 13 leikararnir í SMS-deildini, ið hava skotið yvir 60 mál:

Navn Eftirnavn Lið Mál Mál uppá brotskøst
Haruka Gima StÍF 113 28
Marjun Falkvard Danberg Neistin 107 7
Agnas Olsen VÍF 107 43
Maria Halsdóttir Weyhe H71 95 27
Vladana Lazendic VB 85 9
Ingibjørg Olsen VÍF 76 14
Sólbjørt Høj Neistin 67  
Bára Krossteig Hansen Kyndil 66 40
Karina Berg Høgnesen StÍF 63 5
Turið Arge Samuelsen Kyndil 61 2
Katrin Bertholdsen Stjørnan 61 29
Ingun Kristina Persson Neistin 60

Støðan:
Kyndil 22 stig
H71 19 stig *
Neistin 18 stig 
StÍF 11 stig
VÍF 10 stig
VB 8 stig
Stjørnan 2 stig

*Ein dyst færri

 

Á jn.fo sæst allur listin, umframt listin fyri brotskøst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder