Fimleikafagnaðurin 2021 skuldi eftir ætlan vera í Norðurlandahúsinum í døgunum 30.-31. oktober, men orsakað av núverandi koronustøðu, er fagnaðurin útsettur til í februar.
Allar tríggjar sýningarnar eru útseldar, tískil verða keyptu atgongumerkini á www.nlh.fo dagførd til februar 2022, skrivar Fimleikasambandið í tíðindaskrivi.
Um ein ynskir at fáa peningin endurrindaðan, kann ein seta seg í samband við Norðurlandahúsið við at senda ein teldupost til [email protected] og upplýsa sýning og navnið á tí sum hevur keypt atgongumerki.
Sýningarnar verða nú leygardagin 12. februar klokkan 15, og sunnudagin 13. februar klokkan 13 og 17.
Luttakandi feløgini eru Fimleikafelagið Flog, Havnar Fimleikafelag, Klaksvíkar Fimleikafelag, Fimleikafelagið Støkk og Fimleikafelagið Ljósið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald