Fimleikaframsýningarnar hjá Støkk vera 26. og 27. mars í Bylgjuni í Runavík, og í ár eru tær fimm í tali, boðar Støkk frá í tíðindaskrivi.
Sýningarnar við børnum undir skúlaaldur eru leygarmorgun klokkan 10 og 12, meðan blandaðar framsýningar við eldru liðunum eru leygardag klokkan 15, sunnudag klokkan 14 og sunnudag klokkan 16.30.
Eins og undanfarin ár hevur felagið nógvan fjølbroyttan fimleik at vísa fram, m.a. foreldur og børn, børn 4-6 ár, vanligu liðini frá 1.-10. flokk, kvinnur, styrki og konditión, amboðslið og estetisk kappingarlið. Undir framsýningunum verða merki og ídnisprógv handað.
Felagið skipar fyri páskareggjatombola og kaffisølu í gongini í ítróttarhøllini báðar dagarnar.
Skráin yvir fimleikaframsýningarnar liggur á www.stokk.fo og á Facebooksíðuni hjá Støkk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald