Fótbóltur

Fimm greiðir favorittar í dag

Tó er als ikki so ósannlíkt, at tað verður spenningur í einum ella fleiri dystum í 11. umfari.

ÍF og HB skulu dystast á Varmakeldu í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

ÍF og HB skulu dystast á Varmakeldu í Fuglafirði (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-04 10:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fult umfar í Betrideildini verður leikt í dag. Hetta er eitt av umførunum, har liðini sum eru endaði í topp-fimm seinastu fimm árini dystast ímóti liðum, ið eru endaði í niðaru hálvu og/ella hava spælt í 1. deild hesi árini:

11. umfar í Betrideildini
15.00: ÍF - HB

17.00: AB - B36 
           Skála - Víkingur

17.30: KÍ - TB

19.00: NSÍ - EB/Streymur

Støðan: 
1. HB (25 stig) 
2. NSÍ (23 stig)  
3. KÍ (23 stig)
4. B36 (22 stig) 
5. ÍF (16 stig)
6. Víkingur (14 stig) 
7. EB/Streymur (7 stig) 
9. TB (6 stig)
8. AB (4 stig) 
10. Skála (1 stig)

Í løtuni er ÍF í ovaru hálvu og Víkingur í niðaru, men tað eru Víkingur, HB, NSÍ, KÍ og B36, ið eru favorittar í dystunum í dag - serliga tey seinastu trý.

Tey bæði aftastu liðini vístu sunnudagin, at tey av álvara kunnu hótta tey ovastu liðini. Skála var omaná í 1. hálvleiki móti HB og var á odda til 73. minutt. AB javnaði tvær ferðir móti NSÍ (fyrsta liðið ið hevur skorað meira enn eitt mál móti NSÍ í ár), men Klæmint Andrasson Olsen avgjørdi dystin á Argjum heilt ímóti endanum.

[object Object]
Hóast Skála bert hevur eitt stig eftir 10 umfør, kann liðið geva Víkingi trupulleikar í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Í dag eru AB og Skála aftur á heimavølli. Á pappírinum er møguleikin hjá Skála betri, tí Víkingur hevur í ár tapt fyri ÍF, spælt javnleik móti TB og AB, og havt trupulleikar móti júst teimum appelsinlittu. Sølvi Vatnhamar staðfesti í samrøðu við Portalin aftaná dystin móti KÍ, at Víkingur hevði avbjóðingar móti "veikaru liðunum"

KÍ og NSÍ eiga á pappírinum at avgreiða uppgávurnar á heimavølli uttan trupulleikar, og tað gera liðini, sum nú jagstra HB, sum oftast, tá júst TB og EB/Streymur vitjar. 

[object Object]EB/Streymur gjørdi einki við NSÍ, tá liðini hittust í 2. umfari (Mynd: Sverri Egholm)

Tað er gott fótbóltslag i Fuglafirði, og tað tykist vera greitt, at í dag er ein góður møguleiki hjá ÍF at fyri fyrstu ferð taka stig ímóti einum liðunum. Gamaní er HB oddalið, men er framvegis sera skert og hevur skinklað seinastu dystirnar. Uros Stojanov og Filip Djordjevic skulu royna at hótta baktetuna hjá HB. Liðið úr Havn er favorittur á Varmakeldu, men talan kann avgjørt gerast um ein spennandi dyst. 

Vit eru til staðar í Fuglafirði og seinni úr Klaksvík, har myndir og viðmerkingar verða at síggja. Vit dagføra frá øllum dystunum á forsíðu okkara og gera yvirlit gjøgnum dagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder