Í gjár spældu Füchse Berlin og Barcelona seg í Champions League-finaluna eftir spennandi hálvfinalur. Serliga dramatiskt gjørdist tað millum Aalborg og Barcelona, har neyðugt var við longdari leiktíð fyri at finna finaluliðini.
Sí eisini: Füchse skal royna at basa Barcelona í finaluni
Hákun West av Teigum og Berlin bastu Magdeburg í málríkari hálvfinalu í Köln og løntu harvið Magdeburg finalutapið í fjør og tey í týska meistarastríðnum hetta kappingarárið aftur.
Harvið stendur dugnaligi 24 ára gamli føroyski høgri vongurin, sum skoraði fimm mál í gjár, annað árið á rað í Champions League-finaluni. Hákun kann í kvøld standa sum fyrsti føroyski vinnarin í størstu evropeisku kappingini. Hann skoraði sjey mál og var næstbestu málskjútti í finaluni í 2025.
Champions League-finalan, frammanfyri beint omanfyri 20.000 áskoðarum, í Lanxess leikhøllini byrjar klokkan 17 føroyska tíð.
Dysturin millum Füchse Berlin og Barcelona sæst á DR2 og TV3 Sport -umframt á tilhoyrandi stroymingartænastunum DRTV og Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald