Í fyrru Final Four-hálvfinaluni sigraði Füchse Berlin við fimm málum móti Magdeburg, sum vann kappingina í fjør.
Harvið skal Hákun West av Teigum, sum gjørdi bart við fimm málum í dag, aftur í ár spæla um størsta evropeiska steypið í Köln.
Sí eisini: Hákun West av Teigum og Füchse í Champions League-finaluni annað árið á rað
Í kvøld gjørdist greitt, at mótstøðuliðið klokkan 17 í morgin, sunnudagin 14. juni, verður Barcelona. Katalanska stórfelagið, sum er sigursvant á størsta pallinum, basti Aalborg eftir tógvið stríð.
Longd leiktíð skuldi til í Lanxess leikhøllini. Tað sá tað annars ikki út til at fara at gera, tá tað var 15-11 í steðginum, og tá 3-4 mál eisini vóru á muni størsta partin av 2. hálvleiki. Og í málinum gav danin Emil Nielsen Aalborg nógv høvuðbrýggj (16 bjargingar)
Men Aalborg og Thomas Arnoldsen treiskaðust, meðan Barcelona gjørdi mistøk. Í síðstu sekundunum av vanligu leiktíðini høvdu donsku meistararnir í roynd og veru møguleikan at avgerða dystin.
Tað eydnaðist ikki, og í longdu leiktíðini var Barcelona greitt betri. Eftir fyrstu fimm minuttirnar av teimum tíggju eyka vann Barca við trimum málum, og tað endaði 37-32.
Sí hæddarpunkt frá dramatiska dystinum ovast ella her
Dagført: 22.18
Sí hæddarpunkt frá dramatiska dystinum ovast ella her
Sí eisini: Hákun West av Teigum og Füchse í Champions League-finaluni annað árið á rað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald