
Í gjár vórðu føroyameistararnir í badminton, borðtennis og judo fyri 2025 funnir í Høllini á Hálsi.
Sí eisini: Myndir: Kontrast FM á Hálsi
Eingin FM-vinnari í hondbólti verður funnin á Hálsi í dag, men fet móti gulli er nakað, ið menn og kvinnur hjá Kyndli og H71 vilja taka.
Tað eru hesi bæði feløgini, sum eru í báðum finalurøðunum. Tvær, av møguliga fimm finalum, hjá monnum eru spældar, og tað er 1-1. H71 vann á Hálsi síðsta vikuskifti, men hóskvøldið vóru teir grønu omaná.
Høgni Heinason hevur verið toppskjútti hjá H71 í báðum finalunum higartil (Mynd: Sverri Egholm)
Báðar finalurnar hjá monnum hava verið ógvuliga tættar og merktar av kropsligum spæli. Soleiðis verður helst eisini í kvøld, har liðini spæla fyri at fáa fyrimun. Kemur man á 2-1 í dystum nú, so er "dystarbóltur" mikudagin 30.apríl. Fyrsta liðið at vinna tríggjar finalur gerst føroyameistari.
Soleiðis er eisini hjá kvinnum, og eftir at Kyndil ikki hevur havt dyst seinastu vikuna, so er spennandi uppgáva mótu H71 í dag. Hjá hoyvíkskvinnum varð neyðugt við einari triðju hálvfinalurfinalu móti VÍF eftir tvær ógvuliga tættar, sum koppaðu hvør sín veg. So er spurningurin, um H71 í ár hevur tað, sum skal til fyri at taka krúnuna frá Kyndli.
Mynd: HSF
Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni hjá Portalinum. Til ber at stroyma á live.hsf.fo
Neistin vann í gjár bronsudystin móti VÍF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald