Fótbóltur

Finnur fingið fleiri fyrispurningar 

Talan er um feløg úr næstbestu og triðbestu deildini í Danmark, umframt feløg úr grannalondunum, ið eru áhugaði - Ongar samráðingar eru í gongd í løtuni, sigur Finnur.

2019-06-15 13:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur slitnaði samstarvið millum Finn Justinussen og Næstved. Gøtumaðurin var tá deildur toppskjútti í deildini við 11 málum, og hóast hann ikki spældi í 1. División seinnu hálvu av kappingarárinum, so endaði Finnur sum toppskjútti hjá Næstved, ið kappast um rættin til at spæla um uppflyting til Superligaina til seinasta leikdag.

Finnur hevur seinastu mánaðirnar hugsavna seg um útbúgvingina og hevur annars hildið seg í gongd í ÍF Føroyum. Fyri stuttum frættist, at áleyparin var í samráðingum við Hvidorve úr næstbestu deildini, men hetta gjørdist av ongum - Finnur váttar fyri Portalinum, at partarnir ikki gjørdust samdir. 

Møguleikarnir eru tó har fyri Finn, ið er skrásettur fyri 98 mál 178 dystum í fremstu føroysku deildini, umframt seks landsdystir. Finnur Justinussen sigur, at feløg úr Danmark og øðrum norðurlondum hava vent sær til umboðsmann hansara, Hans Jákup á Líkagøtu. Ein avgerð er tó ikki heilt nær við, tí einki ítøkiligt tilboð fyriliggur í løtuni: 

- Eg havi ikki funnið nakað felag enn, men tað eru onkrir fyrispurningar. Tað eru feløg í 1. og 2. division í Danmark men eisini aðra staðni í norðurlondunum. Akkurát nú eru ongar samráðmðingar við nakað felag

30-ára gamli Finnur Justinussen býr í løtuni í Keypmannahavn saman við familjuni, og tí er tað mest upplagt, at vandamikli áleyparin fer at umboða eitt felag har á leiðini. Finnur vil tó ikki úttala seg nærri um hansara ynski, men tað liggur í kortunum, at hann aftur fer at spæla á hægri støði eftir sumamrsteðgin. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder