2019-01-29 13:48
Finnur Justinussen sum so seint sum í fjør var úttikin til føroyska landsliðið gevst nú við fótbólti fyribils.
Næstved Boldklub skrivar í dag, at tey hava játtað ynskinum hjá føroyska framherjanum um at seta sáttmálan úr gildi.
Felagið skrivar, at Finnur umframt fótbóltin hevur lesnað innan arkitektur, sum krevur hansara uppmerksemi. Eisini kona og børn gera sítt til, at hann nú gevst í Næstved.
- Vit eru ógvuliga kedd av, at Finnur ikki longur fer at bumba mál inn fyri teir gørnu, men vit ynskja Finnur Justinussen bestu eydnu í framtíðini, skrivar Næstved Boldklub.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald