Fótbóltur

Finnur nærkast tindinum

Gøtumaðurin gjørdist tvífaldur málskjútti í dag, og er nú eitt mál frá fyrstaplássinum á topsskjútalistanum.

Finnur Justinuessen er í toppform í Næstved

Finnur Justinuessen er í toppform í Næstved

2018-09-30 16:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Finnur Justinussen er glóðheitur. 29-ára gamli gøtumaðurin skoraði í dag tvær ferðir í 4-2 ósigirinum hjá Næstved ímóti Nykøbing. 

Áleyparin javnaði tvær ferðir, men við tveimum skjótum málum smáar tíggju minuttir fyri tíð avgjørdi Nykøbing dystin.

Persónliga viðgongdin hjá Finni heldur tó fram. Hann hevur skorað tríggar teir seinastu dystirnar í næstbestu donsku deildini, og hevur skorað níggju mál í níggju dystum fyri í NordicBet-deildini í ár. Finnur Justinussen er eitt mál aftanfyri toppskjúttan í deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder