Fýra av áttandapartsfinalunum í donsku steypakappingini verða leiktar hesa vikuna. Í gjár vórðu tríggir teir fyrstu dystirnir leiktir, og føroyingar vóru íblandaðir í øllum.
Finnur Justinussen er í stórformi. Gøtumaðurin legði seg á odda á topsskjúttalistanum í næstbestu deildini í vikuskiftinum. Í kvøld byrjaði hann a bonkinum, tá AGF var á vitjan. Finnur kom á vøllin miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá støðan var 2-1. Arbeiðssami áleyparin var tó bara á vøllinum í 12 minuttir, tá hann noyddist út við skaða. Næstved koyrdi tó sigurin heim móti liðnum úr Superligaini og er til reiðar til fjórðingsfinaluna.
Í Kolding vitjaðu Viljormur Davidsen og Vejle. Føroyski vinstri bakkurin kom inn frá byrjan av í 2. hálvleiki. Dysturin fór út í longda leiktíð, tí tað var 1-1 eftir 90 minuttir. Stutt fyri hálvleik í longdu leiktíðini fekk málskjúttin hjá Vejle, Goncalves Sousa, sítt seinna gula kort, og so sló oddaliðið í triðbestu deildini til tvær ferðir.
Ein yvirraskandi sigur til Kolding, ið hevur Erik Ernesto Nielsen sum hjálparvenjara. 31-ára gamli venjarin er hálvur dani og hálvur argentini. Hann búði í Føroyum í yvir tíggju ár, og gjørdi vart við seg sum venjari í ymiskum deildum; seinast sum høvuðsvenjari hjá EBS/Skála í fjør, tá felagsliðið vann síni fyrstu steyp. Erik og Kolding eru ósigrað í hesum kappingarárinum, og slóu Randers úr Superligaini út í seinasta umfarið – eisini eftir longda leiktíð.
Í Aalborg vórðu Horsens og føroyingarnir har slignir út. AaB vann 1-0; málið kom beint eftir tíman. Sonni Ragnar Nattestad leikti allan dystin í miðverjuni; Hallur Hansson kom inn, tá tjúgu minuttir vóru eftir.
Í morgin spæla FC Midtjylland og FCK stórdyst í Herning.
Fótbóltur
Finnur og Erik víðari til kvartfinaluna
Viljormur, Hallur og Sonni Ragnar eru úti av donsku steypakappingini.
Finnur Justinussen og Næstved eru til reiðar til kvartfinaluna í steypakappingini (
2018-11-01 07:17
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald