Fótbóltur

Finnur sló til í Næstved-sigri

Finnur Justinussen er glóheitur í Danmark; í dag vunnu hann og Næstved á Heina Vatnsdal og Fremad Amager.

2018-09-23 16:02 Author image
Agnar Prestá

29-ára gamli Finnur Justinussen heldur fram við at skora fyri Næstved, og í dag kom hann aftur á máltalvuna, og var við at skjóta Næstved til sigurs. 

Í dag tóku Næstved og Finnur ímóti liðnum hjá Heina Vatnsdal. Fremad Amager hevur ikki fingið nakra góða byrjan uppá kappingarárið, og í dag var heldur einki at heinta. 

Næstved kom á odda eftir eitt lítið korter, og tíggju minutir inn í 2.hálvleik økti Finnur Justinussen fyri heimaliðið. Fremad Amager minkaði fimm minuttir seinni um munin.

Tað endaði 2-1, og harvið liggur uppflytaraliðið á 4.plássið við 17 stigum, nú 10 umfør eru leikt. Finnur Justinussen hevur skorað 7 mál, og liggur nummar trý á topsskjútalistanum. Fremad Amager er undir strikuni við 9 stigum. 

placeholder
placeholder