Fótbóltur

Firmino avgjørdi oddadystin í evstu løtu

Tottenham hevði nakrar stórar møguleikar fyri at avgera dystin á Anfield í 2. hálvleiki, men Liverpool hevði leikligu yvirvágina, fekk lønina og er nú einsamalt oddalið.

Liverpool vann 2-1 á Tottenham í oddadystinum (Mynd: EPA)

Liverpool vann 2-1 á Tottenham í oddadystinum (Mynd: EPA)

2020-12-16 22:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seks dystir í 13. umfari í Premier League vórðu leiktir í kvøld.

Nummar eitt og tvey hittust á Anfield. Heimaliðið hevði sum væntað bóltin væl meira, og í 1. hálvleiki var spælið heilt gott til tíðir. Liverpool kom eisini á odda í 25. minutti við skoti frá Mohammed Salah, ið fór í málið umvegis ein verjuleikara og handara stólpa. Tottenham svaraði tó aftur skjótt. Son fekk fyrsta veruliga málmøguleikan hjá útiliðnum, tá hann varð sendur avstað, og ein ímóti einum við Allison var suðurkoreanarin tryggur. Hann er nú toppskjútti í Premier League saman við Salah og Dominic Calvert-Lewin við ellivu málum.

Eftir steðgin hevði Totteham fleiri góðar møguleikar. Harry Kane var nær við tvær ferðir tíðliga í 2. hálvleiki, og beint eftir ein var leiktur gjørdist Steven Bergwijn fríur, men hann rakti stongina. Kane hevði beint aftaná eina góða skotroynd. Hugo Lloris var eisini noyddur at gera nakrar bjargingar, og tað var Liverpool, ið fekk tey trý stigini. Beint sum klokkan kom á 90 minuttir, legði Andy Robertson eitt gott horna inn í brotsteigin hjá Tottenham, Firmino var hægstur og stútaði bóltin væl í málhornið.

[object Object]
Firmino og allir hinir í reyðum kundu fegnast eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)

[object Object]

Klopp og Mourinho eftir seinasta bríksl (Mynd: EPA)

Everton fekk annað umfarið á rað ein flottan sigur. Leygarkvøldið varð Chelsea sent heim við 1-0 tapið - í kvøld vann liðið hjá Ancelotti 2-0 í Leicester, ið annars var heilt væl við í oddastríðnum áðrenn umfarið. 

Leeds og Newcastle spældu ein málríkan og spennandi dyst - meira spennandi enn úrslitið talar fyri - og í allir tríggir dystirnir við javnleiki. Southampton fylgir harvið ikki við Liverpool. Liðið kom annars á odda, tá ein gamal kenningur skoraði móti Arsenal, og tíggju minuttir eftir útjavnandi málið hjá Aubameyang, fekk heimaliðið reytt kort. Liðið hjá Arteta helt tó fast í einum týðandi stigi.

13. umfar
Í dag - 16. desember

Arsenal - Southampton 1-1 (0-1)
18' Theo Walcott 0-1
52' Pierre Emerick Aubameyang 1-1

Reytt kort: 62' Gabriel (Arsenal)

Leeds - Newcastle 5-2 (1-1)
26' Jeff Hendrick 0-1
35' Patrick Bamford 1-1
61' Rodrigo 2-1
65' Cieran Clark 2-2
77' Stuart Dallas 3-2
85' Ezgjan Alioski 4-2
88' Jack Harrison 5-2

Leicester - Everton 0-2 (0-1)
21' Richarlison 0-1
72' Mason Holgate 0-2

Liverpool - Tottenham 2-1 (1-1)
26' Mohammed Salah 1-0
33' Heung-Min Son 1-1
90' Roberto Firmino 2-1

Fulham  - Brighton 0-0

West Ham - Crystal Palace 1-1
34' Christian Benteke 0-1
55' Sebastian Haller 1-1

Í gjár - 15. desember
Wolves - Chelsea 2-1 (0-0)
49' Oliver Giroud 0-1
66' Daniel Podence 1-1
95' Pedro Neto 2-1

Manchester City - West Bromwich 1-1 (1-1)
30' Ilkay Gundogan 1-0
43' Sjálvmál 1-1

Les eisini: Chelsea og City snávaðu

Í morgin - hósdagin 17. desember
18.00: Aston Villa - Burnley
20.00: 
Sheffield United - Manchester United 

Støðan:
1. Liverpool 28
2. Tottenham 25
3. Southampton 24
4. Leicester 24
5. Everton 23
6. Chelsea 22
7. West Ham 21
8. Manchester City 20 *
9. Manchester United 20 **
10. Wolves 20
11. Aston Villa 18 ***
12. Crystal Palace 18
13. Leeds 17
14. Newcastle 17 *
15. Arsenal 14
16. Brighton 11
17. Fulham 9
18. Burnley 9 **
19. West Bromwich 7
20. Sheffield United 1 *

*Ein dyst færri
** Tveir dystir færri
*** Tríggir dystir færri
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder