13. umfar og jólaskráin í Premier League fór í gongd í gjárkvøldið. Chelsea var favorittur á útivølli móti Wolves, og Manchester City var stórfavorittur á heimavølli móti West Bromwich. Ætlanin hjá favorittunum var at nærkast oddinum, og liðið hjá Frank Lampard hevði lagt seg fyribils á odda í Premier League við einum tvey-máls sigri.
Tað gongur tó als ikki altíð sum væntað - tað hevur 2020 prógvað á ymsan hátt og so sanniliga í fótbóltsheiminum. Chelsea var annars betri í 1. hálvleiki og kom á odda tíðliga í 2. hálvleiki, tá Oliver Giroud heilfluktaði eitt innlegg frá Ben Chilweel í málið. Heimaliðið fekk tó meira tamarhald á dystinum, sum hann leið, og eyðsýndi Daniel Podence smekkaði bóltin í Chelsea-málið eftir 65 minuttir. 1-1 sá út til at gerast úrslitið, men í yvirtíðini avgjørdi innskifti Pedro Neto dystin fyri heimaliðið. Ein stórur smeitur fyri Chelsea - Wolves er nú á 10. plássi.
Myndir: EPA
Liðið hjá Slaven Bilic er uppflytari og liggur á 19. plássið. Tí var stigið á Etihad í gjár ógvuliga kærkomið. Ilkay Gundogan legði City á odda eftir hálvan tíma, men beint fyri hálvleik varð 1-1. Hetta helt sær, hóast heimaliðið hevði nógvar góðar møguleikar. Sam Johnstone, ið er fyrrverandi United-málverji, hevði nakrar sera góðar bjargingar, og Pep Guardiola hevur fingið meira at ilskast yvir.
Gundogan skoraði..
Men hetta var ikki nóg mikið, tí Sam Johnstone bjargaði fleiri ferðir væl...
Og Guardiola var ónøgdur við ymiskt (Myndir: EPA)
Hesi úrslitini eru at fegnast um, hjá liðunum ið kappast við Chelsea og City. Í kvøld spæla oddaliðini - Liverpool og Tottenham - á Anfield.
13. umfar
Í gjár - 15. desember
Wolves - Chelsea 2-1 (0-0)
49' Oliver Giroud 0-1
66' Daniel Podence 1-1
95' Pedro Neto 2-1
Manchester City - West Bromwich 1-1 (1-1)
30' Ilkay Gundogan 1-0
43' Sjálvmál 1-1
Í dag - 16. desember
18.00:
Arsenal - Southampton
Leeds - Newcastle
Leicester - Everton
20.00:
Liverpool - Tottenham
Fulham - Brighton
West Ham - Crystal Palace
Í morgin - hósdagin 17. desember
18.00: Aston Villa - Burnley
20.00: Sheffield United - Manchester United
Støðan:
1. Tottenham 25
2. Liverpool 25
3. Leicester 24
4. Southampton 23
5. Chelsea 22
6. Manchester City 20
7. West Ham 20
8. Everton 20
9. Manchester United 20
10. Wolves 20
11. Aston Villa 18
12. Crystal Palace 17
13. Newcastle 17
14. Leeds 14
15. Arsenal 13
16. Brighton 10
17. Burnley 9
18. Fulham 8
19. West Bromwich 7
20. Sheffield United 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald