Tíðin kring jól og nýggjár er serlig í fótbóltsheiminum. Best umtókta deildin í heiminum, Premier League, koyrir ikki bara sum vant: Komandi tjúgu dagarnar verða fimm umfør leikt - fýra verða avgreidd áðrenn nýggjársaftan.
Undan jólum snýr tað seg um 13. og 14. umfar. Ta 13. byrjar í dag og endar hóskvøldið, og frá leygardegnum 19. desember til og við mánadagain 21. desember verður 14. umfar leikt. Í døgunum beint undan jólaaftan spæla nøkur lið eisini í fjórðingsfinalunum í Carabao Cup.
Millum jól og nýggjar verður sjálvandi eisini leikt í Onglandi. Frá 2. jóladegi til og við 30. desember eru dystir á skránni. Talan er um tvey umfør (15. og 16. umfar)
17. umfar verður 2. januar, so leikararnir fáa ein lítlan nýggjársstøðg.
Trýst á favorittunum
Góða gongdin hjá Chelsea kom at enda leygarkvøldið, tá liðið frá Frank Lampard tapti 1-0 fyri Everton. Í kvøld skal London-felagið royna at reisa seg á útivølli móti Wolves, ið er fimm stig aftanfyri Chelsea, sum kann leggja seg á odda í Premier League við einum tvey-máls sigri og helst ikki skal missa og nógv stig.
Næstan beint eftir seinasta bríksl á Molineux byrjar ein annar dystur, har eitt annað lið við heimstaði í West Midlands spælir. Uppflytarin er undir niðurflytingarstrikuni og hevur eina stóra uppgávu fyri framman í Manchester. Liðið hjá Pep Guardiola er týðiliga ikki á sama støði sum frá 2017-2019 í løtuni, men er ikki meira enn seks stig frá Liverpool og Tottenham og hevur leikt ein dyst færri. Ein sigur skal til í kvøld hjá City.
Stóri dysturin í umfarinum verður í morgin, tá oddabrak verður á Anfield millum Liverpool og Tottenham.
13. umfar
Í dag - 15. desember
18.00: Wolves - Chelsea
20.00: Manchester City - West Bromwich
Í morgin - 16. desember
18.00:
Arsenal - Southampton
Leeds - Newcastle
Leicester - Everton
20.00:
Liverpool - Tottenham
Fulham - Brighton
West Ham - Crystal Palace
Hósdagin 17. desember
18.00: Aston Villa - Burnley
20.00: Sheffield United - Manchester United
Støðan:
1. Tottenham 25
2. Liverpool 25
3. Leicester 24
4. Southampton 23
5. Chelsea 22
6. West Ham 20
7. Everton 20
8. Manchester United 20
9. Manchester City 19
10. Aston Villa 18
11. Crystal Palace 17
12. Newcastle 17
13. Wolves 17
14. Leeds 14
15. Arsenal 13
16. Brighton 10
17. Burnley 9
18. Fulham 8
19. West Bromwich 6
20. Sheffield United 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald