Føroyska A-landsliðið hjá monnum hevði í morgun sína fyrstu venjing á Malta fram ímóti EM-undankappingardystinum leygardagin.
Liðið kom til oynna í gjárkvøldið. Venjingin í morgun var í býnum Paola, har liðið Hibernians vanliga spælur. Undirlagið var gott, og veðrið var frálíkt; lýtt og stilli.
Liðið brúkti eina løtu við fysiska venjaranum til upphiting, og síðani vóru leikararnir eina góða løtu í tveimum bóllkum, har tveir vóru í miðjuni og roydu at fanga bóltin (brumma).
Klæmint A. Olsen, Rógvi Baldvinsson, Hallur Hansson og Odmar Færø (Mynd: Sverri Egholm)
Síðani setti Lars Olsen liðið upp í tvær ketur við fýra leikarum í hvørjari. Talan var um taktiska venjing, har verjuspælið var í fokus. Leikararnir býttu eitt sindur um, men fyrstu løtuna vóru hesir í teimum báðum ketunum: Gilli R. Sørensen, Atli Gregersen, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Rógvi Baldvinsson, Brandur H. Olsen, René Shaki Joensen. Í málinum var Gunnar Nielsen. Hugsast kann, at hesir níggju sum útgangspunkt eru ætlaðir at byrja inni leygardagin. Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson eru uppløgd boð at vera teir mest álopskendu leikararnir í byrjanaruppstillingini, og hetta bendi deyðbóltsvenjingin eisini á.
Lars Olsen, høvuðsvenjari (Mynd: Sverri Egholm)
Í innanhýsis dystinum varð sum vanligt leikt eldru ímóti yngru. Teir yngru vunnu 3-1 eftir 3x5 minuttir. Brandur H. Olsen, Jákup L. Thomsen og René Shaki Joensen skoraðu hjá teimum yngru, og Rógvi Baldvinsson skoraði fyri teir eldru. Eftir dystin vandu tíggju leikarar deyðbóltar við Jóannes Jakobsen, og ein bólkur vandi avslutningar við málverjunum.
Landsliðið venur aftur á Hibernians leikvøllinum í morgin fyrrapartin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald