Fótbóltur

Fleiri broytingar í U21-hópinum

Noah Mneney og Janus Svabo Samuelsen eru teir seinastu, ið hava fingið landsliðsboð. Mórits Heini Mortensen er skaddur, og Ólavur Niclassen skal gera sveinastykki, so teir eru ikki møttir í Havn nú.

Arnbjørn Svensson skal umboða Føroyar á Svangaskarði (Mynd: Jens Kr. Vang)

Arnbjørn Svensson skal umboða Føroyar á Svangaskarði (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-08-30 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggjar broytingar eru frá upprunahópinum, ið Sámal Erik Hentze kunngjørdi mánadagin.

Í gjár varð kunngjørt, at Jákup Biskopstø Andreasen varð fluttur upp á A-landsliðið, tí Rógvi Baldvinsson stríðist við skaða í lærkrikanum. Harvið er KÍ-liðformaðurin ikki tøkur til at spæla á miðvøllinum á U21-landsliðnum, sum hann hevur gjørt 15 ferðir áður.

Les eisini: KÍ' arar avloysa útisetar

Tað varð eisini kunngjørt í gjár, at Arnbjørn Svensson er í hópinum. 21-ára gamli miðvallarin hjá Víkingi hevur spælt á øllum ungdómslandliðunum og var við U21 í fjør - tó uttan at koma á vøllin. Gøtumaðurin spældi 23 dystir undir Sámal Eriki í fjør.

Mórits Heini Mortensen hevur havt eitt gott kappingarár í NSÍ, og sentrali miðvallarin varð úttikin á fyrsta sinni. Ein skaði í økslini gjørdi tó, at hann varð noyddur at geva avboð. Janus Svabo Samuelsen er úttikin ístaðin. 21-ára gamli vágamaðurin í AB hevur spælt fýra U21-landsdystir. 

[object Object]

Ein verjuleikari hevur givið avboð orskaða av sínari útbúgving. Tað er 22-ára gamli Ólavur Niclassen úr KÍ, sum hevur spælt 11 U21-landsdystir. Hann lærur til timburmann og skal í gongd við sveinastykki nú. Noah Mneney hevur í ár spælt 14 dystir fyri Víking, og spennandi verjuleikarin hevur nú fingið landsliðsboð. Í fjør spældi Noah við U19 og hevur eisini umboðað yngri landsliðini. 

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Hópurin møtti klokkan 15.30 í Havn. Fyrri dysturin verður á Svangaskarði mikukvøldið, har Ísrael er mótsstøðuliðið. Seks dagar seinni vitjar Norðurmakedónia eisini á Toftum. Hetta verða fyrstu landsdystirnir undir Bagga.

Málverjar:

Rói Mørk Hentze (B36)

Rói Zachariassen (EB/Streymur)


Verjuleikarar:

Hanus Sørensen (FC Midtjylland)

Ari Olsen (Víkingur)

Bjarni Petersen (B36)

Mads Mikkelsen (HB)

Samuel Johansen Chukwudi (HB)

Noah Mneney (Víkingur)

Andri Benjaminsen (B68)


Miðvallarar: 

Magnus Holm Jacobsen (B36)

Ragnar Samuelsen (B36) (Stóð í fyrstu syftu Hugin Samuelsen - hetta var eitt mistak)

Janus Svabo Samuelsen (AB)

Arnbjørn Svensson (Víkingur)

Lukas Giessing (AB - DK)

Jonn Johannessen (KÍ)

Stefan Radosavljevic (B36)


Áleyparar:

Petur Knudsen (NSÍ)

Hannes Agnarsson (B36)

Pætur Petersen (HB)

Steffan Løkin (NSÍ)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder