Fótbóltur

KÍ-arar avloysa útisetar

Kaj Leo í Bartalsstovu og Rógvi Baldvinsson verða kortini ikki við ímóti Malta og Andorra. Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jákupi B. Andreasen og Patriki Johannesen úr KÍ.

Jákup Andreasen er annar av KÍ-aranum, sum er úttikin til landsliðið eftir at tvey avboð komu. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jákup Andreasen er annar av KÍ-aranum, sum er úttikin til landsliðið eftir at tvey avboð komu. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-08-29 15:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tvey avboð afturat eru komin til A-landsdliðið hjá monnum, sum í næstu viku skal spæla UEFA Nations League-dystir ímóti Malta og Andorra. Mikudagin gjørdist greitt, at Rene Shaki Joensen ikki verður klárur til landsdystir í næstum, og í hansara stað er komin Heri Hjalt Mohr úr HB.

Og nú er staðfest, at hvørki Kaj Leo í Bartalsstovu, sum spælir við Valur í Íslandi, og Rógvi Baldvinsson, ið er sáttmálabundi við Bryne BK í Norra, verða við landsliðnum hesaferð.

Rógvi stríðist við skaða í lærkrikanum, meðan tað eru sóttarhaldsreglur í Íslandi, sum gera, at Kaj Leo kortini ikki verður úttikin til landsdystirnar, sum eru á skránni í komandi viku.

Í staðin hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson sent boð eftir Jákupi B. Andreasen og Patriki Johannesen úr KÍ.

Upprunaliga var liðskiparin hjá klaksvíkingum úttikin til U21-landsdystirnar ímóti Ísrael og Norðurmakedónia, sum verða á Svangaskarði á Toftum 2. og 8. september. Men nú eru also boð eftir honum á A-landsliðnum.

Hósdagin 3. september klokkan 19:45 spæla Føroyar og Malta á Tórsvølli, og tríggjar dagar seinni, sunnudagin 6. september klokkan 14:00 skal føroyska landsliðið royna seg á útivølli ímóti Andorra.

Í UEFA Nations League eru Føroyar í bólki D1, ið umframt Føroyar, Malta og Andorra, eisini telur Lettland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder