Berlin Týskland (Portalurin) Veðrið hevur darvað nakað í Vágum í dag. Fyrsta av fimm flogførum úr Berlin skuldi lenda fyrrapartin. Tað varð tó seinkað vegna kava í týska høvuðsstaðnum, og tað lendi ikki í Føroyum vegna kava og ís.
Tað var tó heilt nær við, tí eftir av hava sveimað omanfyri flogvøllin eina løtu varð ein roynd gjørd. Ístaðin varð neyðugt at fara til Bergen, har flogvøllurin stongdi vegna veður løtu seinni. Trupulleikar vóru harvið hjá nógvum at fáa viðføri, long bíðitíð var at sleppa avstað og at fáa mat/pening til mat, sum ferðafólk hava rætt til í slíkum førum.
Sí eisini:
Ikki allir hondbóltsfjepparar sleppa heim í dag
Myndir: Fólkaveitsla við EM-hópinum á føroyingahotellinum
Støðan er betri her í Berlin. Tað flogfarið, ið nú er í Bergen og ikki fær flogið fyri í morgin, skuldi nýtast at fara aftur til týska høvuðsstaðin seinnapartin eftir fleiri føroyingum. Tey umleið 180 fólkiini fingu fyrr í dag boð um, at tey noyðast at bíða til í morginárini fyri at sleppa heim. Harvið fáa tey eitt eyka kvøld og eina eyka nátt í Berlin - tey flestu her á Raddison Park Inn á Alexanderplatz.
Lagið var heilt gott á "føroyingahotellinum" í týska høvuðsstaðnum í gjár - eins og hini kvøldið undir EM-endaspælinum. Lagið ikki heilt so gott á føroyingum í Bergen í dag. Tey noyðast at bíða leingi fyri at sleppa uppá pláss aftur (Mynd: Sverri Egholm)
Sum Jóhanna á Bergi segði í útvarpstíðindunum fyrr í dag, so lenda trý flogfør úr Bergen eftir æltan í Vágunum í kvøld. Sambært atlantic.fo lendi tað fyrsta klokkan 20.05 og tað síðsta klokkan 22.35. Stjórin í Atlantic Airways sigur, at tað hevur verið ein avbjóðandi dagur.
Tvey flogfør - eitt úr Keypmannahavn og eitt úr Gran Canaria - lendu tó seinnapartin, og allir hondbóltsáskoðarnir burdi verið komnir uppá pláss, tá morgindagurin er av.
Samanlagt koma umleið 350 føroyingar ikki uppá pláss aftur í dag vegna veður, og hjá summum gjørdist heimtúrurin eftir hondbóltsævintýrið í Berlin nógv seinkaður. Tey sum endaðu í Bergen fáa eina gisting har og lenda eftir ætlan tíðliga í morginárini.
Ferðslan í morgin har fýra flogfør úr Berlin, umframt tað "í útlegd" í Noreg, eftir ætlan lenda á flogvøllinum í Vágum (Skíggjamynd - atlantic.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald