Berlin, Týskland (Portalurin) Tað hevur verið frammi undan EM-endaspælinum at føroysku hondbóltsmenninir eru vornir fólkaogn. Hetta er onkursvegna sjón fyri søgn á stórum gistingarhúsi á Alexanderplatz í løtuni.
Eftir at spælararnir høvdu takkað og heilsað uppá frálíku føroysku áskoðarunum í Mercedes Benz-leikhøllini, gjørt teirra samrøður, tikið samanum, verið undir brúsu og etið, gekk leiðin inneftir.
Tað búgva nakað yvir túsund føroyingar á Park Inn gistingarhúsinum í hesum døgum, og tað eru nógv teirra og fleiri afturat eru til staðar í stóru “loungini” í kvøld.
Tá føroysku spælararnir komu hagar, vórðu teir móttiknir sum hetjur. Nú kunnu teir taka sær av løttum saman við fjepparunum og landsmonnum- og kvinnum. Føroyskur felagssangur við frálíkum klaverspæli og ymisk róp runga.
Føroyar fingu eitt stig í EM-endaspælinum. Unga liðið vann nógv evropeisk hjørtu við sínum spæli og sínum vilja - og áskoðarnir bergtóku hondbóltsevropa, sum fer at hoyra nógv meira til Føroyar í framtíðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald