Fótbóltsfepurin í Føroyum hækkar, tó at tað trekkir niður, at eingir áskoðarar sleppa inn til dystir. Eisini í Noregi eru fleiri spent, tí TV2 Norge fer at senda frá Betrideildini.
Hetta hevur seinastu dagarnar gjørt, at fleiri fjepparafeløg hava sæð dagsins ljós.
Higartil hava vit sæð: Víkingur Gøta - Norsk Fanklubb, NSÍ FC Runavík Supporter Group, HB Thorshavn Norske Fans, Tvøroyrar Bóltfelag 1892 - Norsk Fanklubb, Norske Supportere B36 Thorshavn og Klaksvíkar Supporter Club Norway.
Ein fjepparabólkur hjá Skála er á Instagram. Argja Bóltfelag hevur á Facebook heilsa norskum fjepparum vælkomnum og heitt á at dáma síðuna.
Gilli heilsar - "kapping" millum KÍ og B36
TB-fjepparabólkurin varð settur á stovn mánadagin og er vaksin nógv seinasta samdøgrið. Næstan 400 hava dámt síðuna. Kanska hevur Gilli Rólantsson sína ávirkan. Landsliðsleikarin venur við barndómsfelagnum, nú hann er heima í Føroyum. Gilli spælir annars vanliga við Brann Bergen. TB hevur gjørt hesa samrøðuna við Gilla.
Les eisini: - Norskir miðlar í hópatali hava sett seg í samband við meg
Serliga stórur áhugi tykist at vera fyri KÍ og B36. Næstan 650 hava dámt norsku síðuna hjá árstalsfelagnum, har nógv virksemi er. Nógvir limir ynskja at koma til Føroyar, tá tað ber til, og Meinhard Egilsson Olsen, ið spældi í Noreg farna árið, hevur sent eina heilsan har.
Fjepparabólkurin hjá KÍ í Noreg er farin uppum 900 fólk. Eisini har verður tosað um Føroyaferð fyri at hyggja eftir sínum felagið - har tykast at vera konkretar ætlanir um ein dyst í heyst. Eisini er, end hjá øðrum feløgum, stórur eftirspurningur eftir fjepparalutum. Ætlanin hjá KÍ er gera ein nethandil.
Færøyene Fantasy
Seinnapartin lat fantasy-kappingin fyri Betrideildini upp á fantasy.tv2.no. Hetta fer fram á so at siga sama hátt, sum við kenda Fantasy Premier League. Ein hevur 110 milliónir at seta sítt lið, og leikararnir hava virði eftir hvussu nógv verður væntað at teir fáa burturúr á vøllinum (viðvíkjandi málum, uppleggum og reinum máli) Nógv hava longu gjørt brúk av hesum, og til ber at kappast í innanhýsis kappingum.
Har eru narkir feilir í leikarahópunum, serliga hjá einstøku liðnum, men hetta hetta verður sum skilst rættað skjótast gjørligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald