Fótbóltur

- Norskir miðlar í hópatali hava sett seg í samband við meg

Gilli Rólantsson Sørensen, sum í løtuni venur við TB, sigur eisini við Portalin, at í Betrideildini eru helst leikarar, sum kundu tikið næsta stigið.

Gilli Rólantsson á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í EM-undankappingardysti í november. Hann spælir til dagliga í norskum fótbólti, men er nú í heimbygdini. Hann merkir tó væl til norska áhugan (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson á Ullevaal leikvøllinum í Oslo í EM-undankappingardysti í november. Hann spælir til dagliga í norskum fótbólti, men er nú í heimbygdini. Hann merkir tó væl til norska áhugan (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-03 19:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2012 og 2013 spældi hann 49 dystir og skoraði átta mál í Betrideildini. Fyrra árið var tað við barndómsfelagnum TB - árið eftir var tað við B36. Síðani fór tá 21-ára gamli leikarin til AaB. Í Aalborg var hann í tvey og eitt hálvt ár, áðrenn leiðin hjá Gilla Rólantssyni Sørensen á sumri 2016 gekk til næststørsta býin í Noregi, har tvøramaðurin hevur búleikast og spælt síðani.

Norska Eliteserien fór ikki í gongd orsaka av koronastøðuni, í Brann Bergen, og í norskum fótbólti yvirhøvur, bar ikki til hjá hópinum at venja saman, og eftir eina tíð gjørdist landsliðsleikarin troyttur av støðuni, greiðir hann Portalinum frá:  

- Eg vandi í ein mánað fyri meg sjálvan ella í einum bólki við trimum. Tað gjørdist ov nógv av tí góða, og um eg skuldi hava summarferiu í ár, so noyddist eg heim nú, tí tað kemur ikki seinni í ár.

Seinastu smáar tvær vikurnar hevur Gilli vant við barndómsfelagnum. Í gjár spældi hann saman við teimum á næstbesta liðnum hjá TB, tá Betri-liðið skuldi fáa eitt sindur av dystarvenjing til kappingina, ið byrjar leygardagin – ein kapping, ið norska TV2 fer at fylgja tætt fyrstu 12 umførini í øllum førum.

Les eisini: 
Yvirlit yvir seinastu venjingardystirnir
Føroyskur fótbóltur verður vístur í norskum sjónvarpi

Stórur áhugi í Noregi

At Gilli Rólantsson spælir fyri Brann, og samstundis er føroyingur, ger hann sera áhugverdan fyri norskar miðlar í hesum førinum:  

- Norskir miðlar í hópatali hava ringt ella skrivað seinastu dagarnar, nú føroyskur fótbóltur er vorðin so áhugaverdur í Noregi - eg havi ikki ordiliga fingið svarað nøkrum aftur enn.

[object Object]
Gilli í dysti fyri Brann Bergen

27-ára gamli føroyski landsliðsleikarin heldur eisini, at tað er áhugavert at stóra norska stjónvarpsrásin fer at senda Betrideildina, og at tað er ein góður møguleiki hjá føroyskum leikarum at vísa seg fram:

- Hetta er áhugavert, og kanska eru nakrir leikarar her, sum kundu tikið næsta stigið.

Gilli upplýsir, at tað kanska verður møguligt at byrja at venja aftur sum vanligt í Bergen um eina viku, 10 mai

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder