Nú eru bert seks dagar til Betrideildin fer í gongd aftur. Bíðitíðin eftir fótbólti á hægsta stigi í Føroyum gjørdist hesaferð tveir mánaðir longri enn ætlað. Seinastu tvær vikurnar hava liðini av álvara gjørt seg til reiðar, og hava í tí sambandi spælt nakrar venjingardystir.
NSÍ byrjaði hetta vikuskifti við at vinna heili 9-1 á Argjum. Petur Kundsen skoraði hattrikk og legði eisini upp til eitt mál, og innskifti Búi Egilsson skoraði eisini tvær ferðir fyri NSÍ, sambært bolt.fo. Harvið hevur AB latið 13 mál inn í tveimum venjingardystum eftir koronasteðgin
Petur Knudsen hevur verið vælupplagdir í venjingardystunum (Mynd: Sverri Egholm)
Í gjár hitaði Televarpið upp til kappingarárið við at vísa dystin í Sarpugerði. Har vann ágangandi HB-liðið uppibornan 2-0 sigur. Seinna málið var skot úr yvir 40 metrum, og tað var sjálvandi Adrian Justinussen, ið skeyt tað.
KÍ vann 4-1 í Fuglafirði, men sambært bolt.fo var talan um ein javnan dyst, har útiliðið var skarpari á avgerandi støðunum. Føroyameistararnir vóru uttan fleiri av leikarunum, ið helst fara at spæla fast í ár.
Í Gundadali endaði tað málleyst, tá EB/Streymur vitjaði. Liðini úr botn-fimm hava annars havt tað trupult við at gera nakað við topp-fimm liðini í venjingardystunum, tó at TB vann á KÍ í januar, men útiliðið helt málið reint móti B36.
Hópurin hjá Skála í gjár (Mynd: Skála)
Skála tók ímóti B68 úr 1. deild og vann 2-1. Teir appelsinlittu vóru uttan fleiri av leikarunum, ið koma at verða fastir leikarar í ár - millum annað teir royndastu: Teit Reinert Joensen og Pætur Dam Jacobsen
TB leikti ikki móti einum øðrum felagi í gjár, men í Trongisvági var innanhýsis venjingardystur millum besta og næstbesta liðið. Ein sum spældi við næstbesta liðnum var landsliðsleikarin Gilli Rólantsson Sørensen, ið seinastu smáu tvær vikurnar hevur vant við barndómsfelagnum. Dysturin endaði 7-0 til 1. liðið.
Gilli Rólantsson Sørensen í dysti fyri landsliðið. 27-ára gamli tvøramaðurin er sáttmálabundin til Brann Bergen, men eingin fotbóltur er í Noreg í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)
Seinastu venjingardystirnir undan kappingarbyrjan í Betrideildini:
Fríggjadagin 01.05:
AB - NSÍ 1-9 (0-3)
Málini: Petur Knudsen 3, Búi Egilsson 2, Klæmint Andrasson Olsen, Jóhan Troest Davidsen, Steffan Løkin og Salmundur Bech skoraðu eitt hvør. Málið hjá AB var brotsspark, og tað skoraði Bjarki Nielsen.
Leygardagin 02.05
Víkingur – HB 0-2 (0-1)
42’ Pætur Petersen 1-0 (Upplegg: René Shaki Joensen)
79’ Adrian Rúnasson Justinussen (Upplegg: Mikkel Frankoch)
Sí dystarfrágreiðing og uppstillingar her
ÍF - KÍ 1-4 (0-1)
Boris Dosljak 0-1
Jóannes K. Danielsen 0-2
Jan Ó. Ellingsgaard 1-2
Patrik Johannesen 1-3
Jóannes Bjartalíð (br.) 1-4
Uppstillingar síggjast her
B36 - EB/Streymur 0-0
Liðuppstillingar á bolt.fo
Skála - B68 2-1 (1-0)
23' Jóhan Waag Høgnesen (Upplegg: Kristian Martin Jakobsen) 1-0
59' Áki Johannesen 1-1
83' Poul Kallsberg (Upplegg: Johan Johansen) 2-1
Liðið hjá Skála: Bárður á Reynatrøð - Teitur Poulsen, Kristian Martin Jakobsen, Hanus Mikkelsen, Djóni Jansson Petersen - Dávid Johansen (46' Poul Kallsberg), Jóhan Waag, Niels Pauli Danielsen, Ronni Møller Iversen - Jan Ingason Hansen, Heðin Klakstein
Í seinna hálvleiki komu Rói Olsen, Jóhan Johansen og Lukas Sólheim á vøllin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald