Fótbóltur

Fleiri Nations League dystir í kvøld

Eitt nú er stórdystur, tá Portugal tekur ímóti Italia.

Cristiano Ronaldo fer í Nations League eldin í kvøld (Mynd: EPA)

Cristiano Ronaldo fer í Nations League eldin í kvøld (Mynd: EPA)

2018-09-10 17:10 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fleiri Nations League dystir eru á skránni í kvøld. Okkara egna landslið er á vitjan í Kosovo, har ein torfør uppgáva er fyri framman, og runt alt Evropa verða aðrir dystir spældir.

Í deildini og bólkinum har Føroyar eru, er ein annar dystur á skránni. Tað er mótstøðuliðið frá fríggjakvøldinum, Malta, ið tekur ímóti Aserbadjan á heimavølli. Meðan Malta tapti 3-1 móti Føroyum, spældi Aserbdjan 0-0 javnleik móti Kosovo fríggjakvøldið.

Størsti dysturin í kvøld er hann millum Portugal og Italia. Italia hevur spælt sín fyrsta dyst í Nations League, tá teir fríggjakvøldið spældu 1-1 javnleik móti Pólland á heimavølli. Í hesum bólkinum eru einans tey trý landsliðini, og tí er hetta fyrsti dysturin hjá Portugal.

Svøríki er hitt norðurlendska landsliðið, sum skal í eldin í Nations League í kvøld. Sviar fáa vitjan av Turkalandi. Hetta er fyrsti dysturin hjá svium, meðan Turkaland tapti 2-1 á heimavølli móti Russlandi fríggjakvøldið. Eisini í hesum bólkinum eru bert trý lið.

Dystirnir í Nations League í kvøld eru:

Portugal – Italia

Svøríki – Turkaland

Skottland – Albania

Montenegro – Litava

Serbia – Rumenia

Andorra – Kasakstan

Kosovo – Føroyar

Malta – Aserbadjan

Dystirnir verða spældir klokkan 19:45.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder