Hondbóltur

Fleiri norðurlendskar uppgerðir í okkara bólki

Føroysku kvinnurnar byrja EM-undankappingina í oktober við truplasta dystinum - úti móti Svøríki - nakrar dagar seinni vitjar Ísland. Luksemborg er á pappírinum lættasta mótsstøðan og á skránni næsta ár.

Føroyska liðið undir venjingardysti í Finnlandi fyri tveimum og einari hálvari viku síðani, har Føroyar vunnu við tíggju málum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

Føroyska liðið undir venjingardysti í Finnlandi fyri tveimum og einari hálvari viku síðani, har Føroyar vunnu við tíggju málum (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)

2023-04-21 09:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Lutakast var í fjør til EM24-undankappingina hjá kvinnum. Eitt av úrslitunum var, at Føroyar komu í bólk 7 saman við Svøríki, Íslandi og Luksemborg.

Bólkarnir:
Bólkur 1: Kroatia, Rumenia, Grikkaland, Bosnia Hersegovina
Bólkur 2: Týskland, Slovakia, Ukraina, Ísrael
Bólkur 3: Holland, Kekkia, Portugal, Finnland
Bólkur 4: Frakland, Slovenia, Italia, Lettland
Bólkur 5: Spania, Norðurmakedonia, Litava, Aserbaijan
Bólkur 6: Montenegro, Serbia, Turkaland, Bulgaria
Bólkur 7: Svøríki, Ísland, Føroyar, Luksemborg
Bólkur 8: Danmark, Pólland, Kosovo

Sí eisini: Í bólki saman við Svøríki og Íslandi

Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki, umframt fýra teir bestu trý´ararnir. Tað eru best stigini móti liðunum, ið enda nummar 1 og 2, sum telja í uppgerðini millum trýararnar, greiðir Hondbóltssambandið fram á heimasíðu sínari. HSF lýsir eisini mótstøðuliðini stutt - Luksemborg er liðið, sum man kennir minst til, men tað er styrkismett undir Føroyum.

- Føroyar hava ikki spælt móti Luksemborg áður. og fekk Luksemborg einki stig í seinastu undan-undankappingini.

- Føroyar hava møtt Íslandi 5 ferðir men hava ongantíð vunnið. Ísland var á vitjan í Føroyum í 2022, tá tveir venjingardystir vóru leiktir, og Ísland vann báðar dystirnar við 5 málum. Ísland vann seg ikki í seinasta EM-endaspælið.

- Føroyar hava leikt tvær ferðir móti Svøríki. Tað var í EM-undankappingini til EM20, tá gjørdist talan um tvey stórtap.

EM-undankappingin hjá kvinnum byrjar í oktober, tá Føroyar fyrst spæla í Svøríki (11. ella 12 apríl) og fýra dagar seinni á heimavølli móti Íslandi - øll dystarskráin sæst niðast. Endaspælið verður leikt í Sveis, Eysturríki og Ungarn í november-desember 2024. Menninir kunnu spæla seg til EM næsta ár við góðum úrslitum í næstu viku.

Portalurin hevur seinni viðmerkingar frá Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra í HSF og fyribils landsliðsvenjara hjá kvinnulandsliðnum. 

Dystarskráin hjá Føroyum í undankappingini:

1. umfar:
11./12. oktober
Svøríki - Føroyar

2. umfar:
14./15. oktober
Føroyar - Ísland

3. umfar: 
28./29. februar
Føroyar - Luksemborg

4. umfar: 
2./3. mars
Luksemborg - Føroyar

5. umfar: 
3./4. apríl
Føroyar - Svøríki 

6. umfar: 
7. apríl
Ísland - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder